Vegna økta arbeiðsbyrðu verður søkt eftir skrivstovufólki til fyrisitingina í Kvívíkar kommunu at byrja 1. Septembur 2026. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuõsheitum
- Arbeiða við journalskipanini
- Røkja heimasíðuna
- Samskipan av ymiskum
- Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv
Tú hevur skrivstovuútbúgving.
Tú hevur góðar telduførleikar og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Tú hevur áhuga í og førleika til málsviðgerð.
Tú hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum.
Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt - og samstundis at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk.
Tú ert fleksibul, tí arbeiðs-trýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Tú dugir væl at lurta og vera jalig-/ur og siðilig-/ur.
Tú ert væl skipað/-ur, hevur evni at hava fleiri bóltar í luftini í senn og letur teg ikki streingja av hesum. Samstundis ert tú fleksibul og før-/ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Tú hevur góðar sosialar førleikar og jaligan hugburð.
Tú hevur kunnleika til og helst royndir innan kommunala umsiting.
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Í arbeiðstíðini kann roknast við fundarluttøku, sum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Umsóknir við prógvum, lívsrensl og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: kvivik@kvivik.foí seinasta lagi 16. aug 2026. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Rannvá Isaksen, kommunuskrivara á telefon 292408 ella Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra, á telefon 292402.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



