Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-003/2025 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør var grundgevingin fyri í síni tíð, at savna byggimálini hjá Landsverki, og nær bleiv hetta gjørt?
2. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir tær byggi- og anleggsætlanir omanfyri 5 milliónir kr., sum Landsverk hevur verið byggiharri á, í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2015 og fram til í dag?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu hesar verkætlanir hava gingið í mun til tíðarætlan og kostnað?
4. Kann landsstýrismaðurin geva eitt yvirlit yvir árligar játtanir til víðlíkahald av almennum bygningum frá 1. januar 2015 til í dag, býtt út á ætlanir ella ráð?
5. Hvørja ávirkan metir landsstýrismaðurin tað hevur, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini?
6. Hvat verður bíligari og betri við at spjaða fakligu førleikarnar hjá Landsverki út á stjórnarráðini?
Til spurning 1
Seint í hálvfemsárunum tók løgmaður stig til at miðsavna byggi- og bygningsumsiting landsins.
Síðani 1. januar 2001 hevur Landsverk havt ábyrgd av bygningum landsins, herímillum nýbygging, umbygging, umvæling og viðlíkahald, leigumál, grønar orkuloysnir (seinnu árini) og annað.
Áðrenn byggi- og bygningsumsitingin hjá Landsverki varð sett á stovn, umsótu stjórnarráðini sjálvi byggimál innan síni málsøki. Sum grundgeving fyri at miðsavna alla byggiumsitingina hjá Landsverki bleiv ført fram, at tað var skynsamari at savna byggiráðgevingina á einum stað heldur enn, at hvørt stjórnarráð sær hevði egna byggiráðgeving.
Um aldamótið var føroyska miðfyrisitingin nýliga skipað, og aðalráðini vóru ikki á sama fakliga støði sum nú. Tískil varð mett neyðugt at uppbyggja eina tekniska umsiting innan byggimál við fakligum førleika á høgum stigi og á henda hátt savna vitanina, soleiðis at umsitingin kundi gerast munadyggari.
Til spurning 2
Landsverk hevur verið byggiharri á omanfyri 500 byggi- og anleggsverkætlanum síðan 2001, tá bygningsfyrisitingin varð skipað hjá Landsverki. Samlaði verkætlanarkostnaður hesi árini hevur verið meira enn 8 milliardir kr.
Eitt yvirlit frá Landsverki yvir verkætlanir omanfyri 5 mió. kr. í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2015 til 2025 vísir, at talan er um 55 verkætlanir, har Landsverk hevur verið byggiharri. Harumframt eru 15 stórar verkætlanir, sum ikki eru við í yvirlitinum. Hesar eru millum annað Viðareiðistunnilin, Glasir og H-bygningurin, ið eru byrjaðar áðrenn 2015.
##med2##
Til spurning 3
Av teimum 55 verkætlanunum eru 40 lidnar í tíðarskeiðinum 2015 – 2025. Fámjinstunnilin hevði størri frávik enn 10%. Hinar 39 verkætlanirnar hava minni enn 5 % frávik. Millum hesar 39 eru 20, sum endaðu á ella undir væntaða kostnaðinum. Her kunnu til dømis nevnast Dalstunnilin, Miðnám á Kambsdali og Mýran, sum vóru millum tær stóru verkætlanirnar, ið hava hildið ætlaða kostnaðin.
Til spurning 4
Sí yvirlit yvir útreiðslur til víðlíkahald av almennum bygningum árini 2015 - 2025, lutað út á aðalráð (málsøki).
Samlaða nýtslan var 262,7 mió. kr.
##med3##
Til spurning 5
Nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi, og landsgrannskoðanin hevur í sambandi við kanningar av byggiverkætlanum víst á, at fíggjarliga ábyrgdin og leiðslan av byggiverkætlanunum ikki hevur verið nóg greið.
Í dag hava einstøku aðalráðini ábyrgd av verkætlanum og skulu biðja Løgtingið um fígging, meðan tað er Landsverk, ið er byggiharri. Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl. Orsøkin er, at landsstýrisfólk hava trupult við at halda sínar eftirlitsskyldur.
Tí verður ábyrgdin fyri bygningsverkætlanum løgd aftur til einstøku aðalráðini soleiðis, at hvørt stjórnarráð sjálvt stendur fyri bygging og viðlíkahaldi av bygningum. Loysnin hevur við sær eitt greiðari ábyrgdarbýti, har landsstýrisfólkið, ið fær játtanina, bæði stendur fyri byggingini og hevur fíggjarligu og fakligu ábyrgdina av og eftirlitið við verkætlanini.
Báðar skipanirnar hava sínar fyrimunir og vansar, men mett verður kortini, at ábyrgdarbýtið við valda leistinum verður greiðari, og harvið verður verkætlanarleiðslan eisini betri. Hetta fer at viðvirka til, at tíðarætlanir og játtanir við byggiverkætlanum í størri mun verða hildnar.
Til spurning 6
Tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður av at fyrisita landsins bygningar og bygging, nú ábyrgdin verður løgd aftur til stjórnarráðini.
Hvørt aðalráð sær má fáa til vegar serfrøði innan bygningsmál í tann mun tørvur er á tí. Hetta kann eitt nú skipast við byggikønum í aðalráðum ella einum stovni undir ráðnum. Stjórnarráðini kunnu eisini gera avtalur um samstarv við uttanhýsis byggiráðgevarar til at taka sær av byggiharraráðgeving og verkætlanarstýring.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



