Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen
Størv

Vinnumálaráðið søkir eftir fulltrúa til spennandi og avbjóðandi starv á Vinnudeildini.

Vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, og ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til. 

Arbeiðsøki

Uppgávurnar eru skiftandi og fevna í høvuðsheitum um: 

  • At veita landsstýrismanni og leiðslu løgfrøðiliga ráðgeving  

  • At fyrireika lógaruppskot og kunngerðir 

  • At luttaka í og leiða verkætlanir, gera greiningar og at arbeiða við málum tvørtur um stjórnarráð umframt vanliga málsviðgerð  

Førleikakrøv 

Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur. 

Lógarfyrireikandi arbeiði er munandi partur av starvsuppgávunum, og tískil kann tað vera fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir við lógarsmíði.  

Vit vænta, at tú 

  • Hevur góð samstarvsevni 

  • Hevur góð greiningarevni og politiskt tev 

  • Hevur góð evni at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu 

  • Ert sjálvstøðug/ur, tænastusinnað/ur, miðvís/ur og fleksibul  

  • Til reiðar at taka tøk, tá á stendur  

Vit bjóða 

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, har ferðin mangan er høg. Arbeiðstíðin fellur viðhvørt uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og nakað av ferðing er eisini.  

Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi. 

Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og fakliga menning, og tað eru tí góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum. 

Løn- og setanartreytir 

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Setanarøkið fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.  

Umsóknir 

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: vmr(at)vmr.fo

Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 26. august 2026. Starvssetan verður eftir avtalu. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannu Djurhuus, deildarstjóra í Vinnumálaráðnum, tlf. 506084 ella við telduposti til joannad@vmr.fo

Vinnumálaráðið skal tryggja føroyskum vinnulívi góðar og stimbrandi karmar og hevur ábyrgdina av tí vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá Vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, ferðavinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur. Vinnumálaráðið umsitur harafturat kommunumál, útoyggjamenning, samferðslumál, útlendingamál og integratiónsmál. 

Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og feløgum: P/F Visit Faroe Islands, P/F Fiskaaling, P/F Vága Floghavn, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin, P/F Suðuroyartunnil, Akstovuni, Strandfaraskipum Landsins, Rúsdrekkasølu Landsins, Landsverk, Útlendingastovuni, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Vinnustovninum, Brúkaraumboðnum, Búnaðarstovuni, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, Vinnuframa og Framtaki. 

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #