SámalSunnudag: Las røðuna, har Bjørg Brynhildardóttir Egholm viðgjørdi Ólavsøkurøðu løgmans. Hon segði m.a., at “tey ungu eru ikki bara arbeiðskraft, sum skal loysa haldføristrupulleikan. Tey eru menniskju við øllum tí, sum hartil hoyrir. Sami smali og materialistiski málburður er um tilflytarar: Vit umrøða tey, sum koma higar, sum rein arbeiðskraft og gloyma, at tey eru menniskju við somu tørvum uttan fyri arbeiðstíð sum vit øll onnur.”
Hetta minnir meg um eina grein, eg skrivaði fyrr í ár undir heitinum Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi”. Men hóast nógva kjakið er lítið broytt. Nýggja samgongan er um nakað meiri økonomistisk (búskapistisk) enn hin undanfarna. Men hvat er økonomisma í grundini?
“Økonomisma” er ein hugsjón ella ein heimsfatan, har alt viðvíkjandi samfelagi, mentan og mannalívi verður mátað og mett út frá einum búskaparligum mátistokki, ið ofta er bygdur á marknaðarmátt. Vøkstur, effektivitetur og nyttuvirði eru týðandi hugtøk innan búskapismuna. Alt verður gjørt upp í pengum, eisini bleyt virði sum umsorgan, mentan, umhvørvi og útbúgving. Menniskjað verður fyrst og fremst sæð sum ein búskaparlig eind, ið arbeiðir fyri eginnyttu. Menniskjað er tá eitt sonevnt “homo economicus” - eitt búskaparmenniskja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



