Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln
Vinna

Tað verður munandi torførari at fáa A-loyvi til útróður í bólki 5, verður nýggja uppskotið hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum sett í verk.

Umframt herda avreiðingarkravið skal inntøkan frá øðrum enn útróðri í mesta lagi vera 350.000 krónur. Avreiðingin seinasta álmanakkaárið fyri umsóknarárið verður avgerandi, meðan onnur inntøka verður gjørd upp fyri næstseinasta árið. Endamálið er at tryggja teimum, sum hava útróður sum høvuðsvinnu, fleiri fiskidagar.

Sambært uppritinum lúka 131 bátar verandi avreiðingarkrav til 2027. Til samanberingar avreiddu 67 bátar fyri minst 500.000 krónur í 2025. Tølini vísa tó ikki, hvussu nógvir bátar fara at lúka báðar nýggju treytirnar.

Eftir uppskotinum verður B-loyvi meginreglan, meðan eigarar kunnu søkja um A-loyvi, lúka teir treytirnar. Bólkur 5A skal fáa 60 prosent av fiskidøgunum og 5B hini 40 prosentini. Í mesta lagi helvtin av døgunum kann brúkast fyrra hálvár.

Hoyringarfreistin er 18. desember, og ætlanin er, at broytingarnar koma í gildi 1. januar 2027.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #