Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Vinna

Fýra kommunur í Suðuríslandi hava fingið løgfrøðingafelagið Forum at kanna ætlanina hjá íslendsku stjórnini um at krevja atgongugjald til Gullfoss, Geysir og Þingvellir.

Niðurstøðan er, at stórur vandi er fyri, at gjaldið stríðir ímóti EBS-avtaluni, tí útlendsk ferðafólk skulu gjalda, meðan fólk, sum hava skattliga bústað í Íslandi, sleppa undan.

Tað skrivar Morgunblaðið.

Sambært uppskotinum skulu ferðafólk gjalda 4.500 íslendskar krónur, umleið 225 danskar krónur, fyri eitt atgongukort, sum er galdandi í eitt ár. Um veturin verður gjaldið 3.000 krónur.

Ætlanin er, at skipanin skal koma í gildi 1. mai 2027 og geva íslendska landskassanum seks til sjey milliardir íslendskar krónur árliga.

Haraldur Þór Jónsson, kommunustýrisformaður í Skeiða- og Gnúpverjahreppi, sigur við Morgunblaðið, at gjaldið er mismunur á ferðafólkum og teimum, sum búgva í Íslandi.

Hann heldur, at um eitt slíkt gjald skal vera innanfyri EBS-reglurnar, mugu eisini íslendingar gjalda.

Løgfrøðiliga metingin vísir millum annað til ein dóm hjá ES-dómstólinum, har ymisk atgongugjøld eftir tjóðskapi ella bústaði vórðu mett at vera ólóglig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #