Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Bloggur

SámalSunnudag: “Russisk skip fiska minni – men eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi” ljóðaði ein yvirskrift í farnu viku. Sonevnt “hybridkríggj” fyllir alsamt meiri um okkara leiðir, og tað er nakað vit mugu vera nógv meiri varug við enn higartil. 

Skuldi eitt triða heimskríggj ella eitt stórt norðuratlantiskt kríggj brostið á, hava Føroyar ein stóran trupulleika. Tá verður trupult at fáa samfelagshjólini at mala víðari, tí Føroyar eru í dag integreraðar við umheimin á flest øllum økjum og kunnu stórt sæð ikki virka uttan innflutning.

Stórur partur av okkara orku er framvegis olja, mesti maturin er innfluttur, og føroyski búskapurin er sum heild bygdur á tilfars- og vøruflutning úr útlondum til Føroya.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #