Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Politikkur

Tjóðveldi: Reglurnar hjá IOC eru greiðar, og niðurstøðan hjá Ítróttarsambandi Føroya er somuleiðis endalig: Merkið veittrar ikki til OL fyrr enn Føroyar eru ein statur.

Tað eru einans sjálvstøðug ríki, viðurkend av altjóða samfelagnum, ið kunnu gerast limir í IOC. Onki undantak fer at verða gjørt fyri Føroyar, óansæð um tað eru einstaklingar ella lið. Hondbóltslandsliðini sleppa tí ikki at kappast, hóast tey spæla seg til olympiskar kappingar í 2028.

Føroysk ítróttafólk hava seinastu árini avrikað í heimsflokki. Tíverri er tað ein ríkisrættarlig avmarking, ið forðar teimum at kappast fyri Føroyar á heimsins størsta ítróttarpalli.

Forðingin er politisk og hevur einki við ítrótt at gera.

Vit kunnu taka hana burtur, um vit standa saman um Føroyar, vinnulívið og okkara ítróttarfólk. Løgmaður hevur fullan stuðul frá seks flokkum á Løgtingi at fara eftir loysnini.

Í Tjóðveldi heita vit tí á løgmann at virka eftir niðurstøðuni hjá Ítróttasambandi Føroya. Lat okkum loysa ríkisrættarligu forðingarnar.

Vit skylda føroyskum ítróttafólkum og okkara børnum og ungu, at tað frameftir verða evnini, viljin og úrslitini, sum avgera, hvørjum málum tey røkka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #