Leygardagsklumman: Í dag síggja vit bólkar í totaliterum flokkum, sum t.d. danski Eindarlistin og Alternativet, ið taka sær einkarætt at definera rætt og rangt, fyri so at diktera, hvat onnur skulu sleppa at síggja, hoyra, siga og – tíl síðst eisini – hugsa.
Hetta gera tey úr einum fílabeinstorni við einum átrúnaðarligum eldhuga, sum fær heimamissiónina at síggja út sum eitt avslappað hippie-kollektiv.
Í Keypmannahavn hevur kommunan bannað lýsingum fyri flogferðum á busskýlum og metrostøðum, har verkafólk og vanlig fólk ferðast dagliga.
Man hevur týðiligvís ampa av, at vanligi borgarin, sum kanska hevur spart upp í áravís, flýgur við familjuni til Mallorca at ferðast. Vanlig fólk skulu skammast og gevast at flúgva, meðan elitan flýgur til veðurlagssymposium í Dubai alla Antalya.
Eitt moralskt skammlop er hent í Keypmannahavn.
Vit skulu ikki langt aftur í tíðina, tá bara tey vælbjargaðu høvdu ráð at ferðast við flúgvara. Tað er einki at ynskja seg aftur til.
Tað er eisini moralskt skammlop, tá gomul á røktarheimum í Keypmannahavn fáa skamtað kjøt fyri at verja veðurlagið.
Eg kundi hugsað mær at spurt tey ráðandi har, hvønn smakk tey fáa í munnin, tá tey brúka gamlar pensionistar sum kloddar at pussa sína veðurlagsgloriu við, men so kom eg at hugsa um, at nógv teirra eru veganarar.
Onkur ópolitiskur viðmerkjari leggur meg undir at verða utlrahøgra, tá eg vísi á slíkt sum hetta.
Er tað ultrahøgra at verða ímóti einum samfelag, har bara elitan og ikki verkafólk og vanligir borgarar sleppa at flúgva? Nei, sjálvandi ikki.
Er tað ultrahøgra at verða ímóti einum samfelag, sum fer við teimum gomlu sum politiskar finnur fyri veðurlagið, heldur enn at fara virðiligani við teimum og lata tey eta tann mat, tey eru von við og ynskja? Nei, sjálvandi ikki.
Mál sum hetta liggja ikki á einum høgra vinstra ási, men heldur í tí skeiva endanum av einum ási, ið gongur frá vanligum viti og skili til elitistiskar tápuligheitir.
Vónandi halda vit okkum til vit og skil her í Føroyum.
Ben Arabo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



