

Faroe Dive: Norðurlendskir akademikarar velja at útbúgva seg í Føroyum. Seinastu tvær vikurnar hava tveir norðurlendskir kavarar vitja í Føroyum í samband við eftirútbúgvingar sínar innan vinnukaving. Talan er um lívfrøðingin Dr.Marco A. Vindas, ið er professari á lærdaháskúlanum í Ås í Noregi og Sjófornfrøðingin Felicitas Ehmig, ið arbeiðir á Roskilde Vikingeskibs Museum, í Danmark.
Kavararnir hava valt at eftirútbúgva seg í Føroyum, tí útbúgvingarnarskipanin okkara er smidligari enn í øðrum londum. Á myndini síggja vit kavararnar á dekkinum á bjargingarbátinum Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag, áðrenn eitt venjingarkav.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo