Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bloggur

Sámal sunnudag: 11. August er føðingardagur Petur Mohr Dams, og í hesum sambandi hevði Virgar Dalsgaard, nestor og íbirtari hjá Javnaðarflokkinum skipað fyri eini námsferð til Leipzig, ið kann sigast at vera føðistaðið hjá sosialdemokratisku rørsluni. 

Sum ein hin síðsti eftirverandi “klassiski” javnaðarmaðurin hevur Virgar mangan harmast um høgrasnaringina hjá Javnaðarflokkinum á vælferðarøkinum og loysingarsnaringina í seinastuni. Javnaðarflokkurin fyllir 100 ár 25. september í ár, og flokkurin er sum vera man nógv broyttur síðani stóra hetjan hjá Virgari ráddi fyri borgum í flokkinum. Nevnast má eisini, at Virgar fyrraárið skrivaði eina ævisøgu um Petur Mohr Dam, ið eg sjálvur ummældi bæði skrivliga og í Vágskálini í Kringvarpinum.

Tí hevði hann skipað fyri einar námsferð ella kveikingarferð til Leipzig, har Ferdinand Lasalle í 1863 stovnaði fyrsta socialdemokratiska flokk, ADAV (Allgemeiner Deutscher Arbeiter-Verein) sum seinni legði saman og gjørdist til SPD (Sozialdemokratische Partei Deutschlands), ið framvegis er til. Danski flokkurin varð stovnaður í 1871, men føroyski avleggarin ikki fyrr enn í 1925. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo