Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Løgreglan: Ákæruvaldið hjá politinum hevur gjørt av at kæra dómin um valið í Oyndarfirði.

Hetta er fyrsta málið um valsvik í Føroyum, og nú skal málið viðgerast í landsrættinum.

Málið var fyri í Føroya Rætti síðst í februar. Úrslitið varð, at ákærdi maðurin varð fríkendur. Maðurin var ákærdur fyri at hava broytt ein valseðil, soleiðis at hann varð ógildaður. Tað var tó ikki ein samdur rættur, sum frídømdi ákærda.

Eystari Landsrættur er í Føroyum í hesum døgum, har onnur mál verða viðgjørd. Landsrætturin verður aftur í juni, men enn er ikki avgjørt, nær málið um valsvik í Oyndarfirði kemur fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #