Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Filmsbrot

Føroyavinurin Amir Bazak hevur sent myndir og videobrot av, hvussu hann hevur upplivað seinsta samdøgrið í Ísrael.

- Tað hevur ikki verið nógvur svøvnur, síðani álopini byrjaðu, sigur Amir, sum fyri bert fáum døgum síðani var í Føroyum og vitjaði vinmannin Ólav Frederiksen. Teir eru báðir ídnir radioamatørar.

Amir Bazak býr í lítlari bygd sum liggur við sjógvin miðskeiðis ímillum Haifa og Tel Aviv. Húsini, hann býr í, eru gomul og hava tískil onki bumbuskýli. Tí skulu tey til grannan, sum hevur nýggjari hús og bumbuskýli, sum øll nýggj hús skulu hava.

- Alarmarnir ljóða dag og nátt og vit mugu í bumbuskýlið hjá grannanum alla tíðina, sigur Amir Bazak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #