Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela
Vágatíðindi

Vit leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til avskiping á kryvjivirkinum í Sørvági, sum bæði kann taka lut í dagliga arbeiðinum og hava ábyrgdina av økinum í avskiping og á flamingoloftinum, tá ið økisfólkið ikki er til staðar.

Hetta er starvið til tín, sum trívist við praktiskum arbeiði, men samstundis hevur evni at samskifta, skipa arbeiðið og tryggja, at alt gongur rætt fyri seg.

Arbeiðsuppgávur:
- Tryggja, at vørur verða avskipaðar rætt og til ásetta tíð
- Samskifta við veitarar og sølu- og framleiðsludeild
- Hava yvirlit yvir goymslu og bíleggja vørur til framleiðsluna
- Læra nýggj starvsfólk upp
- Arbeiða skipað við skjalfesting til framleiðslu og senda avskipingarseðlar
- Hava (ella vera sinnað/ur at taka) trukk-koyrikort og koyra elektriskan pumpivogn

Vit vænta, at tú:
- Arbeiðir sjálvstøðugt, ert fleksibul og tekur ábyrgd
- Dugir at samskifta greitt og professionelt
- Trívist við bæði praktiskum og fyriskipandi arbeiði
- Setur góðsku og trygd í hásæti
- Hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir

Hevur tú spurningar um eitthvørt, set teg í samband við Heiðu Nolsøe, tlf. +298 288252.

Sært tú teg sjálva/n í hesum leikluti, send eina umsókn til virkid@hiddenfjord.com áðrenn 13.03.2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #