Tann 3. november 2026 var niðurstøðan hjá Føroya Rætti, at málið móti Bakkafrost var fyrnt. Eftir niðurstøðuna hjá rættinum hevði ákæruvaldið 14 dagar at taka støðu til kæruspurningin. Í dag boðar ákæruvaldið frá, at tey hava avgjørt at kæra úrskurðin hjá Føroya Rætti til landsrættin.
Ákæra um brot á flutningskunngerðina
Í apríl 2026 ákærdi ákæruvaldið Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina. Sambært ákæruvaldinum hevur Bakkafrost siglt millum aliøki uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Tað er landsrætturin, sum avger, nær málið verður viðgjørt, og hvørt tað verður viðgjørt á einum rættarfundi ella á skrivligum grundarlagi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



