Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna ikki játtaði frítíðarskúla so mikið av tímum til námsfrøðilig tiltøk, sum stovnurin metti skuldi til fyri at taka hædd fyri tí tørvi, ið barn klagarans hevði. Eisini snúði klagan seg um noktað innlit. Umboðsmaðurin metti, at mannagongdin, ið kommunan hevði um tímar til námsfrøðilig tiltøk í kommunalu dagansingarskipanini, herundir frítíðartilboðnum, var ov avmarkandi og heitti á kommununa um at broyta mannagongdina.
Eitt foreldur at barni í frítíðarskúla klagaði um, at Tórshavnar kommuna ikki játtaði frítíðarskúlanum so mikið av tímum til námsfrøðilig tiltøk, sum stovnurin metti skuldi til fyri at taka hædd fyri tørvi barnsins. Eisini snúði klagan seg um noktað innlit.
Upplýst var, at talan var um barn, ið hevði serligan tørv, men sum kundi integrerast í kommunalu dagansingarskipanina, herundir frítíðarskúla. Barnið var í frítíðarskúla 28 tímar um vikuna. Frítíðarskúlin hevði søkt um tímar fyri allar tímarnar barnið var í frítíðarskúla. Av málinum framgekk, at tímatalið, sum barnið var í frítíðarskúla, var økt til 28 tímar í sambandi við at skúlin, har barnið gekk, hevði stytt skúlavikuna.
Kommunan upplýsti, at tímarnir til námsfrøðilig tiltøk verða ikki játtaðir til barnið, men til stovnin, og grundað á tørv barnsins hevði kommunan játtað frítíðarskúlanum 15 tímar um vikuna, sum stovnurin avgjørdi, hvussu hann brúkti. Kommunan greiddi frá, at tá talan var um frítíðarskúla, játtaði kommunan í mesta lagi 15 tímar pr. viku grundað á tørv hjá einstøkum barni. Ásetingin um í mesta lagi 15 tímar var vegleiðandi og var ásett út frá, at í miðal vóru børn í frítíðarskúla 20 tímar pr. viku, og at serligur tørvur kundi í mesta lagi geva 75% av 20 tímum t.v.s. 15 tímum pr. viku til stovnin.
Umboðsmaðurin vísti á, at tillutanin av eyka tímum til námsfrøðilig tiltøk skal stuðla undir lógarásetingina í § 5 í dagstovnalógini, um at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss í m.a. frítíðarskúla á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi. Eisini vísti umboðsmaðurin á, at barn við serligum tørvi hevur rætt til frítíðartilboð í vanligum frítíðarskúla, so leingi barnið kann integrerast í vanligan frítíðarskúla.
Vísandi til at ásetingin um 15 tímar ikki tók hædd fyri serligu støðuni, við at tímatalið í frítíðarskúla ítøkiliga var økt eftir, at skúlavikan var stytt, og at mannagongdin hjá kommununi ei heldur tók neyðug atlit at ítøkiligum serligum umstøðum, heitti umboðsmaðurin á kommununa um at broyta mannagongdina.
Viðvíkjandi innlitinum helt umboðsmaðurin, at avgreiðslan av innlitsumbønini hevði verið heldur óskipað og ógreið. Við tað at hetta skyldaðist misskiljingar í samskiftinum millum klagara og kommununa, avgjørdi umboðsmaðurin ikki at gera meira við hendan partin av klaguni. (LUM 26/09428)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



