Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Almannaverkið fráboðaði umskipan av umlættingartilboði hjá borgara við serligum tørvi munnliga, uttan nakra freist og frá degi til dags. Umboðsmaðurin hevði ikki viðmerkingar til grundgevingina hjá Almannaverkinum fyri at umskipa umlættingartilboðið, men gav Almannaverkinum eina átalu fyri málsviðgerðina í hesum sambandi
Eitt foreldur klagaði um, at Almannaverkið í juli 2025 hevði givið fráboðan um, at umlættingartilboðið hjá barni klagarans fór at verða umskipað. Klagan snúði seg serliga um, at fráboðanin um umskipanina varð givin munnliga, uttan nakra freist og frá degi til dags.
Upplýst varð, at barn klagarans hevði nýtt umlættingartilboðið í níggju ár og hevði í sambandi við umskipanina fingið ávíst tveir aðrar møguleikar, har umlættingartilboðið kundi halda áfram.
Almannaverkið viðurkendi fyri umboðsmanninum, at tað var eitt mistak, at fráboðanin varð givin munnliga heldur enn skrivliga.
Sambært Almannaverkinum var umskipanin neyðug, tí at umlættingartilboðið skuldi nýtast til málbólkin, ið hetta umlættingartilboðið varð bygt til.
Umboðsmaðurin hevði ikki funnið orsøk at viðmerkja grundgevingina hjá Almannaverkinum fyri at umskipa umlættingartilboðið.
Umboðsmaðurin metti, at ein avgerð at flyta frá einum umlættingartilboði til eitt annað umlættingartilboð innan virkisøkið hjá Almannaverkinum sum meginreglu ikki kravdi eina fyrisitingarliga avgerð, men var at meta sum útinnandi fyrisiting um so var, at innihaldið av tænastuni og umstøðurnar annars kundu sigast at líkjast.
Umboðsmaðurin helt, soleiðis sum málið var lýst, at talan í hesum føri ikki var um eina fyrisitingarliga avgerð.
Umboðsmaðurin helt tó, at tað ikki samsvaraði við góðan fyrisitingarsið, at fráboðanin til klagaran varð givin munnliga heldur enn skrivliga og uttan nakra freist.
Umboðsmaðurin helt eisini, at tað ikki samsvaraði við góðan fyrisitingarsið, at Almannaverkið boðaði frá einari so týðandi broyting í viðurskiftunum hjá barni klagarans uttan at geva teimum avvarðandi eina rímiliga fyrireikingartíð at venja seg við broytingina. Umboðsmaðurin metti tó, at Almannaverkið hevði víst ein vilja og víst á møguligar loysnir í mun til hjálp og stuðul í sambandi við, at barn klagarans skuldi hava nýtt umlættingartilboð.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið Almannaverkinum eina átalu fyri málsviðgerðina í hesum sambandi. Átalan snúði seg serliga um háttin, ið Almannaverkið hevði givið fráboðanina og um vantandi fyrireikingartíðina.
Umboðsmaðurin mælti Almannaverkinum til í líknandi málum framyvir og í góðari tíð at geva avvarðandi skrivliga fráboðan og eina rímiliga fyrireikingartíð. (LUM 25/33756)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



