Tá tey í dag skipaðu fyri hálvmaraton kapping í Beijing rann tólmenni Lightning við tíðini 50 minuttir og 26 sekund.
Tað er skjótari enn Jacob Kiplimo, sum hevur metið hjá monnum at renna teinin. Hann brúkti 57 minuttir og 20 sekund.
BBC skrivar, at summir robottar renna sjálvir, aðrir eru fjarstýrdir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



