(tilvildarlig mynd)
(tilvildarlig mynd)
KvF: Hvørt ár verða millum eina og hálvafimtu millión seiðir burturbeindir í føroysku alivinnuni.
Tað vísir ein nýggj meting hjá Firum.
Seiðurin svimur inn í aliringarnar, men veksur seg so stóran, at hann sleppur ikki út aftur, og verður tí burturbeindur.
Granskarar hava kannað magan á 314 alilaksum í seks alibrúkum fyri at vita, um laksurin etur seið. Granskararnir hava eisini greinað skrásetingar av burturbeindum seiði í fýra alibrúkum frá 2017 til 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



