Í sambandi við, at Høgni Joensen fer frá fyri aldur, verður almenn móttøka í Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin 28. august kl. 15.00–17.00.
Høgni var settur sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í 2008, meðan skúlin stóð í bygging, og hevur tí verið við frá byrjan og staðið á odda fyri skúlanum øll árini.
Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.
Skúlin við Løgmannabreyt
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



