Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tveir dagar høvdu sambært einum pensjónisti avgerandi týdning fyri, at hann varð kravdur eftir 1.620,63 krónum frá Almannaverkinum.

Viðkomandi fekk fólkapensjón frá 1. desember 2025. Sambært kæruni fekk hann arbeiðsloysisstuðul útgoldnan 2. desember heldur enn 30. november, tí ALS rindar út fjúrtanda hvønn dag.

Hann helt tað vera órættvíst, at hetta skuldi ganga út yvir pensjónina, og vísti á, at hann ikki hevði arbeitt ein einasta tíma, síðan hann varð pensjónistur.

Men Føroya Kærustovnur staðfesti 18. august avgerðina hjá Almannaverkinum.

Avgerandi er, nær peningurin verður útgoldin, og ikki nær hann er forvunnin, sigur Kærustovnurin. Lógin heimilar ikki at síggja burtur frá inntøku, sum verður útgoldin eftir pensjónstillutanina.

Í desember fekk viðkomandi 10.640,87 krónur frá ALS umframt 2.620,64 krónur í aðrari eftirløn. Við eftirrokningini vórðu upphæddirnar faldaðar við 12 og umroknaðar til eina ársinntøku á góðar 159.000 krónur.

Úrslitið varð, at pensjónisturin hevði fingið 1.620,63 krónur ov nógv í grundupphædd í desember. Tær skal hann rinda aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #