Amerikanarar stuðla ikki eini vápnaðari innrás í Grønlandi. Tað vísir ein nýggj YouGov kanning, sum fleiri miðlar endurgeva.
- Stuðlar tú ella ert tú ímóti at USA brúkar hermegi fyri at fáa vald á Grønlandi, ljóðaði spurningurin til tey 2.223 sum vórðu spurd.
73% siga seg vera ímóti.
8% siga seg stuðla eini vápnaðari innrás.
19% siga hvørki ja ella nei.
Tá tað kemur til at keypa Grønland er stuðulin heldur størri. Tá siga 28% seg vera fyri, 45% eru ímóti og 27% hava onga greiða støðu til málið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



