Amerikanska statsskuldin er nú farin upp um 40.000 milliardir dollarar, og skuldin veksur skjótari enn amerikanski búskapurin. Samstundis eru rentuútreiðslurnar hjá statinum komnar upp um 1.000 milliardir dollarar um árið.
Hetta hevur elvt til vaksandi órógv á marknaðinum fyri amerikansk statsbrøv. Íleggjarar krevja hægri rentu fyri at læna amerikanska statinum pengar, tí teir stúra fyri vaksandi skuldini, stóra fíggjarhallinum og óvissuni um politikkin hjá Trump-stjórnini.
Men Iran-kríggið ger støðuna enn truplari. Óvissan um kríggið hevur trýst oljuprísin upp, og Brent-oljan hevur verið omanfyri 90 dollarar tunnuna. Dýrari orka økir um inflatiónina og ger tað truplari hjá amerikanska sentralbankanum at lækka rentuna. Hetta hevur verið ein beinleiðis orsøk til, at langar amerikanskar rentur eru farnar upp á hægsta støði síðan 2007.
Í grein í The Guardian verður víst á, at júst samansetingin av vaksandi amerikansku skuldini og Iran-krígnum hevur elvt til órógv á heimsins lánsmarknaðum.
Men hetta er ikki bara ein amerikanskur trupulleiki. Amerikansk statsbrøv eru grundarsteinurin undir altjóða fíggjarskipanini. Tá amerikanskar rentur hækka, verður dýrari at læna pengar um allan heim, og tað kann bremsa íløgum, húsakeypi og búskaparvøkstri.
Um skuldin heldur fram at vaksa, samstundis sum Iran-kríggið heldur oljuprísunum og inflatiónini uppi, kann trýstið á amerikanska og altjóða búskapin tí gerast munandi størri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



