Eitt amerikanskt flutningsflogfar hjá herinum fleyg týsmorgunin úr Riga til russiska høvuðsstaðin Moskva.
Boeing C-17A flutningsflogfarið fór avstað beint fyri klokkan 7 okkara tíð úr Riga í Lettlandi á veg eystureftir.
Eitt sindur yvir ein tíma seinni lendi tað á Vnukovo flogvøllinum í Moskva, vísa flogdátur, sum Flightradar24 deilir, skrivar norska TV2.
An unusual visitor to Moscow this morning. 👀
— Flightradar24 (@flightradar24) August 25, 2026
A US Air Force C-17A Globemaster III flew from Riga to Moscow Vnukovo Airporthttps://t.co/D7vylYesDQ pic.twitter.com/jXbOSj0LXM
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



