Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nógv vatn er runnið í ánna, og stórar aldur eru skolaðar niðan á sandin, síðan hugsanin vitjaði á fyrsta sinni. Hesin stóri spurningurin: Hvussu kunnu vit liva eitt eydnusamt lív og spreiða gleði rundan um okkum?

- Millum øll tey mongu orðini er tað ein frægd at boða gleðiboðskapin um Jesus. Millum allar viðkomandi spurningar er tað ein gleði at boða svarið, ið birtir vón, gleði og trivnað

- Heimurin er vorðin myndigur. At fólksins hugsan er vorðin verðslig gevur møguleikar, ið eru gagnligir og avbjóðandi

“Í tí løtu varð Eva mamma mín.” Orðini eigur kenda danska skøkjan Jackie Siwens um mammu sína, ið eisini var skøkja. Jackie hevur skrivað bók um sítt yrki, lív og levnað

- Á arbeiðsmarknaðinum eru vit upptikin av trivnaðinum. Valla er nakar í iva um, at góður trivnaður gevur tær bestu umstøðurnar at mennast fakliga og menniskjansliga

- Stóð við ein pylsuvogn á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn og át. Eitt hugtakandi stað allar ársins tíðir, hóast økið ikki ber brá av grønum vøkstri. Alt var sum vanligt

- Tað var júst í Guðs útvalda fólki, at Guð lat Mariu moy, ið var gitin av heilagum anda, føða himinsins kongason. Jesus er Guðs sonur og jødi

At hyggja afturá og síggja farnar dagar í einum føgrum ljósi lívgar sinni. Góð eru gomul minni um farnar løtur í arbeiði og frítíð úti sum heima. At hyggja afturá og minnast svárar løtur eru hugmyndir, ið onkursvegna síggjast sum arr í lívi og lívsførslu

Meistarin Jesus talaði søk teirra, ið traðkaðu skeivt og beklaðu skógvarnar. Tað er gott og vælsignað! Tað gevur okkum, ið snáva á lívsleiðini, møguleikan at koma aftur á føtur

- Veðrið er illfýsið, og tað regnar av grimd. Morgunin er myrkur, og tað er óunniligt at hyggja út ígjøgnum gluggan. Hví skal tað altíð vera so, var fyrsta hugsanin

- Tað var heiður himin og kalt í veðrinum. Sólin stóð lágt á luftini, nú allahalgannadagur var í nánd

- Vit mega hava ráð at veita teim doyggjandi bestu umstøður. Vit mega hugsa um tey avvarðandi. Vit mega geva teimum bestu sømdir, ið hava avbjóðingar til likams og sálar

- Skiftið millum árstíðirnar er ein sigandi myndatala um mannalívið. Várið umboðar føðing og barnaár.

- Hin føroyska kvinnan úti á bygd hevði hollan lívsvísdóm. Í torførum avgerðum metti hon tað skilagott, at vit góvu okkum stundir, hugsaðu ár fram í tíðina og spurdu: “Hvat vildi eg ynskt sum átti ára gomul, at eg hevði havt gjørt í hesi somu støðuni, tá ið eg hyggi aftur í tíðina?”

- At lata seg kveikja av mennandi talu, stimbrandi tankum og væl úr hondum greiddum verki er vísdómur, ið føðir vísindi

Um trúgvin á Jesus verður rikin úr almenna rúminum, hvør ideologi verður so sett í staðin fyri ta kristnu hugsjónina, sum í øldir hevur myndað politisku hugsanina og tær sosialu skipanirnar í norðurlondum?

- At verða settur uttanfyri er ein svár líðing. At verða undirmettur økir ikki um lívsvirði ella lívsgleðina. Vit kunnu verða sett uttanfyri av øðrum, ið meta seg vera innanfyri

Hitin í tilveruni skapar saman við ljósi og vatni gróðrarlíkindi fyri menning og vøkstri. Sjálvt um hitin kann málast í stigum, nýta vit orðið í myndatalu, t.d. at tað er heitt teirra millum, ella at kærleikin kólnar

- Hvørt tíðarskeið hevur nýggjar avbjóðingar. Tað varð staðfest fyri tveimum árum síðan, tá ið ætlanin var at selja atgongumerki við dyrnar til eina konsert í Eiðis kirkju

- Sigldu við Norrønu fram við Hetlandsoyggjunum í fagrasta veðri ávegis til Danmarkar. Í hugtakandi kvirru ótu vit morgunmat. Tað rørdist ikki ein ond á sjónum, so tað var lagaligt at njóta matin, útsýnið og hvør annan

- At eitt menniskja, ið misnøgt fór heimanífrá, kemur aftur í øllum góðum skapar veitslulag við góðum mati, har fólk halda sær á gamni

- Kendi eitt brennandi ynski í barminum, at eg mátti mennast og búnast andaliga og fáa størri frímóð at vitna um Jesus í tí dagliga

- Virðingin fyri tí heilaga skapar eitt eyðmjúkt sinnalag, fær okkum at hyggja inneftir, úteftir og uppeftir

- Ein uppilagstur sjómaður var fyrimyndin, ið gav mær møguleikan at mennast í einfaldari barnatrúgv. Hann var ikki nakar prædikumaður

- Tað er ein andaligur veikleiki og avmarking av Guðs skynsomu kallan, um kristnin einans góðtekur tað, ið er mín egni stílur ella háttur. Okkara náðileysa døming og fordøming er eitt hent amboð hjá illamanni

- Tá vit fluttu út á Gjaranes, komu vit til ein urtagarð, ið trongdi til eina góða hond. Vit settu okkum fyri at rudda økið og hava ein grønan grasvøll. Vit valdu at vera ivaleys og tóku rívan til

- Visti um mannin, ið ikki fekk møguleikan at arbeiða sum trúboðari. Tað heimliga jørðildi var eirindaleyst. Unglingin varð mettur óegnaður og tess vegna ikki upptikin á bíbliuskúlan

- Í rúmligu forkirkjuni ávegis heim kom ein eldri maður ímóti mær. Hann tók í hondina og segði, at hann vildi siga mær ein vitnisburð um Guðs kraft og leiðslu. “Um biskupur hevur stundir at lýða á, eri eg takksamur”

- Var til føstugudstænastu úti á bygd. Eftir føstulesturin varð samtalað við ein fróðarmann, ið var kirkjutænari. Hugaligt prát og vit rókust á heimligum miðum

- Í Laplandi búði ein lítil genta saman við mammuni, ið var einkja. Móðir og dóttir vóru altíð saman og funnu frægd í samtaluni. Tær tosaðu javnan um andalig viðurskifti, um Guð og hansara umsorgan

- Tað fellir rímiliga lætt at skriva eina andakt. Avbjóðingin við skriviborðið og telduna kennist væl lættari enn tað veruliga lívið, tá ið trúgvin skal standa sína roynd í gerandisdegnum

- Millum manna og í almenna rúminum hava vit verið upptikin av stórum evnum, ið vit eru rættiliga ymisk á máli um - fátækt og tey fíggjarliga veiku í samfelagnum, støða teirra eldru og flóttafólk

- Vit vóru ávegis út á Kirkju við Másanum. Tað vóru vánalig líkindi, men vónin at koma í land á Fugloynni var rímilig. Hann var so mikið lágur í ættini, at í Hattarvík gjørdist einki

- Ein sermerktur friður hvílir yvir Jesu føðing. Hóast trongar ytri umstøður valdar ein fjálgur dámur, tá ið Guð í kærleika letur son sín føða til jarðar uttan skart og skreyt í einum fjósi

- Tíggju ára gamal var eg í knappar tríggjar mánaðir á Ríkissjúkrahúsinum. Millum fremmand og ókend uttan næstringar. Tað vóru góð fólk, sum hjálptu mær ávegis

- Mong okkara minnast barnaheimið í einum serstøkum og sælum ljósi. Foreldur, systkin og tað eldra ættarliðið. Tað var trygt, fjálgt og unniligt. Úti er gott, men heima er best

- Kringvarpið setti í vikuni andlit á trongu kor teirra, ið eru niðarlaga á sosiala stiganum. Tað, ið vit hildu einans var í fremmandum londum, varð sjónligt í heimligum umhvørvi

- Andlitsmyndirnar Eystan Múla hava fylgt mær øll árini sum prestur. Tey vóru góðslig og góð við ein ungan prest, ið var frískur við sínum lyndi sum sjómaður

- Tíðindi uttan úr heimi lýsa spentu støðuna millum lond og fólkasløg. Ófriður innan politikk, átrúnað og fólkasløg. Mitt í tí rokaliga búgva landsmenn okkara runt knøttin

- Stóð við løkin, og sá vatnið renna makliga. Ikki nógv ferð, og stundir vóru at hugsa. Sinnislig ró og sálarinnar kvirra. Einki órógvandi eina stilla løtu í tíðarinnar meldri

- Flóttafólk seta í hesum døgum spurnartekin við vanahugsanina í norðurlondum. Umsorganin røkkur ikki veruliga til næstan ella fremmand flóttafólk. Tað persónliga rákið rekur inneftir og avmarkar sjónarringin