Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Tá ið Guð gevur gávuna Jesus, letur hann móttakaran avgera, um tikið verður ímóti henni ella ikki. Menniskjan hevur frælsið at taka ímóti frelsu Guðs ella siga neitakk

- Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi

At ganga í áliti og at ganga í blindum eru hvørt sítt. Álit bindur bond, gevur vón og hita. Álit er álitisvekjand

Eitt gullkorn frá Leilu Højgaard. Sí video her

- Á okkara leiðum er tað valla fremmandur átrúnaður, ið hóttir beint nú. Heldur er talan um tann fátæka tíðarandan, ið myndar almennu hugsanina

Gullkornið hesa vikuna fáa vit frá Mourits Mouritsen

Tað gagnar ikki at flýggja frá veruleikanum og skúgva deyðan ella minnið um tey deyðu burtur. Tað einans órógvar sjálvsmyndina og skalar fatanina av okkara lívfrøðiliga og sosiala samleika

Einføld er kenslan, tá ið talað verður um forbøn. Hildið verður, at hetta er fyri barnsligar sálir. Onkuntíð er spurningurin settur, um vit ikki eru komin longur fram á leið í einum samfelag við vitan og tøkni

"Og millum svalanna á horninum og Seyðaliðsins laðaðu gullsmiðirnir og sølumenninir", (Neh 3,32)

- Eri staddur í Reykjavík saman við einum kirkjuligum ferðalagi. Ein altjóða ráðstevna varpar ljós á náttúruna, veðurlagsbroytingar og ábyrgdina av skapanarverkinum

- Minnist eina løtu í Fuglafirði í seinni helvt av sjeytiárunum. Um tað mundið var ein stór andalig veking í Eysturoynni og kring landið

- Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður at fara burtur til ein stað, sum hann skuldi fáa í arv, og hann fór burtur, tó at hann ikki visti, hvar hann skuldi koma

- Tað ljóðar sum ein mótsøgn. Í roynd og veru er talan tvær samanbundnar ásir. Tað letur seg ikki gera at skilja tær sundur, hóast tær røkja hvør sína uppgávu

- Tað er leygardagur 31. august 2019 kl. 20.10. Valhølini eru júst latin aftur, og føroyafólk hevur enn einaferð staðfest fólkaræðið við fríum og frælsum vali

- Minnist kvinnuna, ið giftist einum drongi, sum jørðildi metti ivasaman. Ein alt ov fitt genta til ein tílíkan drong. Lýsingarorðini um drongin vóru neilig, og einki jaligt varð sagt

- Ver andaliga edrúur og tosa ikki um dreymar og sjónir. Tað vóru ráðini, ið unglingin fekk við sær til tænastuna

- Sum ungur prestur møtti eg grátandi foreldrum í durunum. Tey høvdu djúpa sorg av lívsførsluni hjá børnunum og høvdu við góðum roynt alt, ið roynast kundi

- Hóast vit fingu náðir at búleikast á vøkru og prúðu oyggjum okkara, fingu náðir at njóta Føroya land og tess ríka tilfeingi, so eru vit onkursvegna útlendingar í hesum heimi

- Tað er summar, og oyggin stendur vøkur í sjónum. Blómurnar prýða lendið, og tað grøna grasið er summarsins klædnabúni. Øll lívgast, bæði fólk og fæ eins og fuglurin burturi á heiði

“Nei, eg trúgvi ikki á kristindómin, men eg trúgvi á Kristus”. Orðini eigur týski rithøvundurin Heinrich Bøll

- Hon sat við tí nýfødda í føvninginum. Ein valdandi friður, og gleðin floymdi út í rúmið

- Omma mín í móðurætt livdi eitt ríkt lív, hóast hon kendi deyðans køldu hond. Sum smágenta misti hon mammuna, og sjálv misti hon tvey børn í bestu árum

- Páskaboðskapurin er greiður: Hyggið upp og vendið eygum tykkara til himmals. Nemið styrkina og friðin

- Orðið raðfesting er eitt alt ov bíligt orð. Vit skulu meira enn raðfesta, vit skulu fara til verka, skapa karmar, byggja býlir og útbúgva enn fleiri fakfólk

- Tað finnast nógv kristin menniskju, ið ongan háva gera burtur úr sær sjálvum. Góðslig í hugsan og medferð liva tey sítt stilla lív

- Møguliga dylja vit kristnu í dag, at ikki alt er so vakurt innaní okkum, sum tey ytru viðurskiftini boða frá

- Bæði í trúarlívi teirra kristnu og í tí verðsliga samfelagnum er tað satt, at tað, ið vit gera ella lata vera við at gera, fær fylgir.

- Verður hugsað um deyðan, hevur heilsuverkið uppiborið eina stóra tøkk við atliti at røkt og umsorgan á ellisheimum og stovnum. Ikki minst LS

- Sjóvar kirkja var meira enn fullsett, tá ið Ámundur Berthelsen fór til gravar tann 24. januar 2019. Eftir drúgva ferð í øðrum heimi í tjaldbúð jarðar, flutti hann heim til Harran, ið hann lærdi at kenna sum ungur

- Minnist vitnisburðin ávegis eftir kirkjugøtuni. Tað heilaga, fjálga og trygga. Teinurin var drúgvur at ganga

- Í mínum kalli sum prestur er mangan staðfest, at køkurin er ein týðandi talarastólur.

- Náttin er vøkur, nú tað stundar til fjórða sunnudag í advent. Tað er stilt uttandura. Onkur hendinga bilur fer framvið, og nakrar stjórnir síggjast á luftini

- Valla er tað satt, at alt var betur í gomlum døgum. Nógvar vanlagnur liggja í tí dulda, og mong arr í sálini vórðu ongantíð grødd. Fáur bað um hjálp, tí so var tað avdúkað, at myndin hevði døkkar litir

- Var tað rættvíst, at nógvar familjur mistu húsini? Tann almenni og privati geirin við væl lærdum fólki legði lunnarnar og lagaði tað svá, at miðal vitandi fólk komu í fíggjarligt óføri av kreppuni?

- Kvinnuligi lærarin gjørdist sálarliga sjúk, og hennara lívsdreymur í yrki brast hennara fyrsta veruliga arbeiðsdag. At hugsa sær styrkina í orðunum

- Tað var illfýsið í veðrinum, og evnið var ov viðkvæmt til harðmælta talu. Tá ið eg skuldi svara, ljóðaðu boðini av brúnni, at vit skuldu leggja á og taka boyuna

- Ein týðandi táttur í sjálvsfatan teirra kristnu er, at skapanarverkið er avrik Guðs. Vit eru skapað í Guðs mynd

- Hvør eigur lívið? Hvør eigur avgerðarrættin til lívið?

- Tað heilaga hevur óavmarkaðar møguleikar, hóast tað til tíðir kennist trongt upp í ein krók, tá ið tíðarandin ikki góðtekur Guðs heilagleika

- Í sambandi við eina seruppgávu í 9. flokki fekk undirritaði spurningin: “Biskupur, hvat heldur tú um gudloysingar?” Svarið var stutt

- At vera frígjørdur er eitt orð, ið hóskar til nútíðina, hóast alt fleiri bindingar og avmarkingar eru komnar tey seinnu árini

- At vera móðir og faðir er mikið meira enn biologi

- Afturlítandi falla mangir prikkar upp á pláss, og vit kenna einans lívið, tá ið tað er livað. Tað er ein gamal sannleiki, ið Søren Kirkegaard vísti á í síni djúptøknu hugsan

- Hetta slagorðið er eisini aktuelt at endurtaka í Føroyum, nú talið av nýggjum føroyingum er vaksandi

- Tað kendist ikki fremmant, hóast mangt var øðrvísi. Landslagið og hitin, maturin og mentanin líktust ikki tí heimliga føroyska

- Onkuntíð kappast vit um at rósa hvør øðrum, at vit eru vitborin, klók og dugnalig

- At síggja tað vakra og umtala tað er ein av síðugøtunum inn á høvuðsgøtuna til eitt gott og ríkt lív. At varnast tær smáu vælgerðirnar, ið kristin fólk dagliga útinna, skapar hita í kroppinum og gleði í hjartanum

- Mitt í allari njótan á einum almennum torgi við alskyns vørum, sást ein muslimsk kvinna útinna miskunnarverk móti eini fátækari kvinnu

- Tað er rættiliga ivasamt og valla rætt, at kirkjan við biskupi á odda og aðrar samkomur verða kallaðar til hoyringar, tá ið Løgtingið smíðar verðsligar lógir t. d. lógirnar um hjúnalag og ættleiðing

- Tað var frígerandi at hoyra leiðaran í samkomuni Filadelfia, Tummas Jacobsen, í sendingini hjá Svf Guð signi Føroyar