Hagstova Føroya: Í oktober var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er á sama støði, sum fyri einum ári síðani.
Í oktober vóru 303 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 34 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í oktober vóru tað 264 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 12 færri enn í oktober í fjør.
Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum
Í oktober vóru 116 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 13 færri samanborið við sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 101, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er sama prosent sum í sama mánað árið fyri.
187 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 21 færri enn í oktober í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 163, sum svarar til 1,0 prosent. Hetta er óbroytt ið mun til sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



