Sámal Sunnudag: Sitandi samgonga klárar seg rættiliga illa, bæði politiskt og í veljarakanningum. Í báðum teimum seinastu veljarakanningunum stendur anstøðan til ein knúsandi sigur á samgonguni. Men tað er Fólkaflokkurin, ið stendur til at gerast nógv størsti flokkur við heili 11 tinglimum. Fólkaflokkurin hevði ársfund farna vikuskifti, og ungi formaðurin Benir Johansen sigur seg vera til reiðar at taka við sum Løgmaður.
Fólkaflokkurin stevnir beina leið móti Tinganesi, og spurningurin er mest, hvønn hann vil fríggja til. Ein ABH-samgonga er ikki so sjálvsøgd sum hon áður hevur verið. Restin av andstøðuni stendur bert til at fáa 8 tinglimir - 2 til Miðflokkin og 6 til Sambandsflokkin. Fólkaflokkurin kundi skipað AB-samgongu við Sambandsflokkin uttan at taka tvørliga Miðflokkin við. Hinvegin kundi Fólkaflokkurin eisini skipað eina AE-samgongu við Tjóðveldi, um hesin “moralskt korrekti” flokkurin kann góðtaka ein lagaligan russlandspolitikk, afturfyri at Fólkaflokkurin hjálpir Tjóðveldi nærri loysingini?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



