



Hermann & Helmsdal: Hermann & Helmsdal hava júst givið út ein sera spennandi part, har Torleik Mortensen og Andreas Restorff úr bólkinum Hettarher greiða frá um arbeiðið við at skapa tónleik til film.
Tosað verður um arbeiðsgongd, samstarv við leikstjórar og klipparar, dramaturgi í ljóði, og hvussu tónleikur lyftir søguna – frá fyrstu skitsu til liðugt ljóðbland.
Hví er hetta viðkomandi?
Føroyska filmsmentanin er vaksandi, og Hettarher teljast millum fremstu skaparar av føroyskum filmstónleiki. Høvi er hjá áhoyrarum og miðlum at fáa innlit í eitt yrki, sum er altavgerandi fyri filmupplivingina.
Hoyr partin her:
Filmspoddvarpið “Hermann & Helmsdal” verður framleitt av Hermann Eliassen og Gudmund Helmsdal, og viðgerð viðkomandi evni, sum røra seg í føroysku filmsvinnuni. Harumframt ummæla og viðmæla teir filmar. Teir hava higatil framleitt 27 partar, sum eru tøkir á Apple Podcasts, Spotify og har tú annars plagar at hoyra títt poddvarp - umframt videopartar á Youtube.
Hermann & Helmsdal á sosialu miðlunum:
https://www.facebook.com/profile.php?id=61558898460491
http://instagram.com/hermannoghelmsdal_poddvarp/
Leinkjur til poddin:
https://podcasts.apple.com/dk/podcast/hermann-helmsdal/id1714245976
https://open.spotify.com/show/0uPhbxCOxJ2b0L1dK8ZUrH?si=c01a4d2b676740fc
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo