Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway
Skúli

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Tað skal loysa seg betri fíggjarliga at taka útbúgving sum aspirantur til skipara ella maskinmeistara. Og okkara skipan skal vera kappingarfør við donsku aspirantskipanina. Lógaruppskot um hetta er sent í hoyring.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, ætlar at betra um fíggjarligu fortreytirnar hjá teimum, ið taka aspirantútbúgving. Lógaruppskotið leggur upp til, at landsstýrisfólkið fær heimild til at seta skipan í verk, har reiðaríir, ið hava aspirantar í starvsvenjing og rinda teimum løn, kunnu fáa eitt lutvíst endurgjald fyri at veita aspirantum løn, meðan teir eru umborð.

Skipanin kemur ætlandi at fevna um bæði maskin- og navigatørútbúgvingarnar. Lógaruppskotið er grundað á eitt tilmæli um batar í aspirantskipanini, ið arbeiðsbólkur lat landsstýrismanninum. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri vinnuna, fakfeløgini, skúla og myndugleikar.

Ætlanin er, at skipanin skal líkjast donsku aspirantskipanini, har reiðaríini rinda aspirantum løn, meðan teir eru umborð og síðani fáa eitt fast endurgjald frá landinum. Endamálið við hesum er, at fleiri skulu velja føroysku skipanina, og at vit skulu vera kappingarfør við donsku skipanina. 

Lógaruppskotið kann lesast her.

Tilmælið kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo