Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Politikkur

-Forskattingin av pensiónum
Í 2011 vóru búskaparútlitini í Føroyum góð. Alivinnan hevði fótað sær aftur, og føroyska atgongdin til makrel varð trýfaldað. Hetta gav landinum risastórar meirinntøkur. Hóast hetta, tók Løgtingið í 2011 avgerð um at forskatta pensiónirnar – ein gerð, ið legði brenni á bálið og floymdi landskassan við peningi júst tá, tørvur var á afturhaldi.

Síðani 2012 er BTÚ vaksið úr 12 miard. upp í 30 miard. kr. – ein øking á 150%. Forskattingin eina hevur givið landskassanum uml. 5,5 miard. kr. Allur peningurin er koyrdur beinleiðis í rakstur. Peningurin er brúktur.

At grava í sparibússuni hjá komandi ættarliði
Ótálmaða nýtslan av hesum meirinntøkunum hevur viðført ein – ikki bert heitan – men ein yvirupphitaðan búskap. Við at forskatta pensiónirnar fór politiska skipanin at grava í sparibússuni hjá komandi ættarliðum. Vit bera okkum at sum bóndin, ið etur kornið, ið skal sáast. Vit metta okkum í dag, men standa eftir við tómari goymslu, tá vit mest tørva hana.

Eitt kostnaðarmikið lán
Henda gravingin (lánið) eftir skjótum peningi hevur skapt eina falska kenslu av ríkidømi, ið dylur yvir eina vaksandi innlendis kreppu:

· Manglandi arbeiðsmegi: Innlendis eftirspurningurin er vorðin so øgiligur, at vit eru púra bundin av innfluttari arbeiðsmegi fyri at halda hjólunum malandi.

· Bústaðarkreppa: Innflutta arbeiðsmegin hevur sprongt eftirspurningin eftir bústøðum. Prísirnir eru farnir til himmals, ið serliga rakar ung fólk og økir um trýstið á enn hægri lønir.

· Trýst á vælferðina: Vit tørva meira arbeiðskraft, enn vit megna at integrera. Hetta førir til álvarsama strongd í skúlum, barnagørðum og eldrarøkt osfr.

Fólkafrøðiliga broytingin
Alvaligasta avleiðingin er tann demografiska broytingin, ið hendir júst nú. Tølini frá januar 2022 til desember 2025 tala sítt týðiliga mál:

· Vit eru 467 færri føroyingar í landinum.

· Tað eru komnir 2.952 fleiri útlendingar til landið.

Meðan vit brúka framtíðar skattainntøkur til dagsins nýtslu, flyta føroyingar av landinum, tí teir hava ikki ráð at liva her. Samfelagið verður grundleggjandi broytt fyri at metta eina ómettandi rakstrarmaskinu.

"Hollendska sjúkan" (The Dutch Disease)
"The Dutch Disease" er eitt búskaparfrøðiligt fyribrigdi, ið rakti Niðurlond í 1960- og 70-árunum. Brádligar inntøkur frá gassølu viðførdu, at alt annað vinnulív misti kappingarevnið.

Sjúkueyðkenni: Brádligt ríkidømi dýrkar kostnaðarstøðið og lønirnar. Hetta ger, at hevdvunnar útflutningsvinnur tódna burtur. Fíggjarstýringin verður løgd eftir einum óvanliga stórum peningafloymi, sum ger búskaparin sárbaran; tá rávøruprísurin fellur, stendur landið eftir uttan onnur bein at standa á.

Síggjast eyðkennini í Føroyum? Hóast okkara gjaldoyra er fast, eru øll onnur búskaparlig eyðkenni tey somu sum í Hollandi. Føroyski búskapurin er hart raktur av "Hollendsku sjúkuni".

Búskaparliga paradoksið: Ríkt land – fátækur borgari
Hóast landskassin flýtur í peningi, missir tann vanliga familjan keypiorku. Hetta hendir av fýra orsøkum:

1. Keypiorkan minkan: Prísvøksturin (inflasjónin) etur lønarvøksturin upp.

2. Bústaðar-stongsin: Yvirupphitingin dýrkar grundøki og tilfar, so vanliga inntøkan røkkur styttri.

3. Góðskan í vælferðini fellur: Akuttur tørvur á arbeiðsmegi skapar strongd í skúlum og barnagørðum.

4. Framtíðar-skuldin: Vit skapa ríkidømi í dag við at gera komandi ættarlið fátækari.

Norra: Eitt skúladømi um skynsemi
Norra er heimsins besta dømi um skilagóða tilfeingisstýring. Har vit í Føroyum hava gravað í sparibússuni, hevur Norra gjørt tað øvugta:

· Oljugrunnurin (Fíggjarliga bjálvingin): Nærum hvør króna verður sett í ein grunn uttanlands fyri ikki at yvirupphita landið.

· Brúksmarkið (3%-reglan): Staturin brúkar bert avkastið, ikki av fænum (høvuðstólnum). Hetta tryggjar framtíðina.

· Skilnaður á krónunum: Almenni raksturin verður fíggjaður av vanligum skatti – ikki oljupeningi. Hetta tvingar politikarar at vísa rættstundis umhugsni.

Niðurstøða: Føroyar standa á einum krossvegi. Vit kunnu halda fram at eta kornið, ið skal sáast, ella vit kunnu læra av okkara grannum og verja sparibússuna hjá teimum, ið koma eftir okkum.

Árni M. Dam
Valevni fyri Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #