Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Onnur tíðindi

Niðurleggingin av teldupost tænastuni Olivant.fo kann vera eitt afturstig fyri talgilda mótstøðuførið hjá Føroyum, um uttanlandssambandið ikki virkar.

Tað svarar Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum uppá fyrispurning frá VP.

Hann ger vart við, at Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki verið við í viðgerðini av málinum um at niðurleggja tænasturnar hjá Føroya Tele.

– Hetta er ein avgerð, sum Føroya Tele hevur tikið einsamalt. Vit kenna ikki orsøkirnar, sigur Jógvan Thomsen.

Eru ambætararnir ein trygdarvandi í sjálvum sær, kann tað vera nóg góð orsøk, men hetta veit Fjarskiftiseftirlitið ikki, og tað má Føroya Tele svara upp á, vísir hann á.

Ein telduposttænasta við ambætarum í Føroyum kann gera samskifti møguligt, hóast uttanlandssambandið er farið. Tað krevur tó, at bæði sendari og móttakari brúka føroyskt staðsettar telduposttænastur.

Serliga fyritøkur og almennir stovnar brúka teldupost í samskiftinum sínámillum og við kundar, sigur Jógvan Thomsen.

- Tað er vert at leggja dent á, at berandi skipanirnar til neyðsamskifti hjá almenninginum, eitt nú í eini støðu har uttanlandssambandið er farið, framvegis eru telefoni og SMS, sigur stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum.

Fjarskiftiseftirlitið er nú í ferð við at kortleggja kritiskt undirstøðukervi við heimild í fjarskiftislógini. Arbeiðið er komið nakað áleiðis, men tað mesta er enn eftir. Ambætarar, sum verða mettir at vera kritiskt undirstøðukervi, verða eisini skrásettir.

- Kortleggingin av kritiskum infrakervi kann kanska geva okkum nærri innlit í hetta. Fyrr enn vit hava fult yvirlit yvir økið, hava vit ikki nakra endaliga meining.

Heimildin fevnir bert um sjálva kortleggingina. Sambært Jógvani Thomsen er hon ætlað sum ein fyrireiking til eina møguliga komandi nettrygdarlóg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #