Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken
Lesarin skrivar

Mynd: Finnur Justinussen

Mynd: Finnur Justinussen

Mynd: Finnur Justinussen

Ein kann doyggja, hvar tað skal vera. Í seingini av hjartaslag. Á vesinum av hørðum opningi. Av overvan úti í túninum. Á vegnum av bilólukku. Av skipbroti á sjónum. Úr luftini av flogdøtti. Og í fjøllunum av omanlop úr erva ella á Landssjúkrahúsinum av krabbameini í neðra. Helviti!

Ja, har eru øll møgulig orð at velja í; orð, ið at enda fara at kvalifisera okkum til táseðlin. Hesar eru grundtreytirnar. Hvussu snúðiliga, tú roynir at renna frá deyðanum, verður tú við undirlutan. Munurin á tær og deyðanum er, at tú ert bara klókur. Deyðin er vísur.

Loyv mær tó at dvølja við nakað so jarðbundið sum, hvussu ein kann sleppa snikkaleysur á súkklu í Føroyum slakan mansaldur .

Síðan 9. apríl 1998, tá ið eg hálvstuderaður flutti heimaftur av flatlondum, havi eg brúkt súkkluna til mín sjálvs, tey fýra børnini og grind, grót, við og vøru. Hetta skeiðið á tveimum hjólum hevur sostatt vart stívliga 28 ár.

Men lívið sum heimfluttur kundi bert vart tríggjar dagar. Tað var nevniliga tann 12. apríl 1998, at eg mundi ligið lík. Eg fór floytandi á súkkluni eftir Hoyvíksvegi; leiðin gekk oman móti Havnini. Komin til Tjaldursveg rennir ein bilur, ið sambært bæði hávatonnum og trafikkjura átti at halda av, út fyri meg. Eg rendi beint í gronina á hesum svarta Audi-bilinum og fór sendandi í asfaltið umvegis motorhjelmin.

Eingin fólkaskaði var, men lærdómurin var ríkur. Eftir tað havi eg nevniliga altíð hugt inn í eyguni á bilførarum fyri at tryggja mær, at teir hava sæð meg og súkkluna. Hetta hevur hildið til denna dag.

Mantraið hevur sostatt verið - og er - at tað ræður um at hava eygnasamband við føraran. Eri eg ikki fullvísur í, at førarin á motorakfarinum hevur varnast súkkluna, haldi eg av - hóast eg ikki eigi at halda av. Hetta hevur sum nevnt sloppið mær undan samanbrestum síðan. Og skuldi tað hent, at mann skjótt verður splattaður av hagfrøðini, vóni eg, at tit finna leivdirnar við einum smíli. Eg haldi meg longu hava fingið ivaleyst burtur úr hesum heimsins táradali.

Men so leingi tað varir, ræður um at vera pragmatiskur. Eru vegir “óndir”, sum merkir, at teir eru fullir av skundi - persónbilum, stýrdum av strongdum menniskjum við stórum húsaláni á veg til arbeiðis, sum tey hata, og borðfullum lastbilum, ið koyra upp á akkord, ræður um at ansa sær 100 prosent. Uppi á Oyggjarvegi er ikki so býtt at skifta síðu og snøgt sagt hava seg heilt út í hagagrasið, tá ið tey mest náðileysu av hesum akførum koma buldrandi. Er mjørki og mikil ferðsla á landsvegi, ræður kreddan hjá M’as Blues Band: Vekk av vegnum!

Samanumtikið: Tá ið tú súkklar, mást tú hugsavna teg um - at tú súkklar.

Tað, sum er stuttligt og uggandi, er tó, at í sjálvari Havnini og økjunum rundanum eru skítfult av sniðgøtum. Viðhvørt brúki eg hesar heldur enn vegakervið. Og mær er sagt, at tað er í lagi at súkkla á gongubreytunum í høvuðsstaðnum. Hetta er gott - um tú virðir fólk til gongu, tá ið nøkur síggjast har. Mong eru tey ikki.

Mær er eisini sagt, at ein súkklandi lækni er orsøk til pragmatisku loysnina at brúka gongubreytirnar at súkkla á. Hesin læknin súkklaði oman á Landssjúkrahúsið hvønn morgun úr Hoyvík. Við Hvítanesvegin súkklaði læknin eftir gongubreytini. Tað gekk til tann eina morgun, tá ið ein íðin løgreglumaður kom koyrandi og gav læknanum bót fyri at súkkla á gongubreytini. Læknin var lýðin av lyndi og aktaði øvrigheitina. Komandi morgnarnar súkklaði hann á vegnum, sum advokaturið hjá politinum hevði eggjað honum til við at senda honum sekt. Men úrslitið bleiv, at bilarøðin av Hvítanesvegnum bleiv til ein propp. Hetta afturvendandi óskilið kravdi gagnligari hugsan og skal hava verið farskotið til klóku loysnina at loyva tí, sum danir rópa “fredelig sameksistens” á gongubreytunum í Havn.

Eitt sindur av heimspeki til seinast:

Skalt tú súkkla fyri heilsuna og verðina, men við vanda fyri at verða yvirkoyrdur?

Ella skalt tú lata vera við at súkkla vegna vandan fyri at verða yvirkoyrdur - og harvið ikki fáa toluliga heilsu og gera móðir jørð og Havnini eina tænastu við at spara tær báðar fyri óljóð, royk, ovurnýtslu og eitt parkeringspláss afturat?

Hetta er líkt spurninginum um at hava hús í einum plani ella í fleiri hæddum. Ert tú gamal, halda loftstrappurnar teg gangandi leingi - kanska 10 ár longur í hesum lívinum enn fólk í eittplanshúsum. Men í húsum við fleiri hæddum ert tú eisini í vanda fyri at fara á bólt og bróta teg sundur.

Valið er títt í hesum avmálda lívi.

Høgni Mohr
landssúkklulogur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #