Amerikanski herurin hevur stillisliga skipað eina leið inn og út úr Hormuzsundinum fyri at flyta milliónir av tunnum av olju dagliga, upplýsir Axios, sum vísir til tveir amerikanskar embætismenn.
Flutningurin hevur eftir øllum at døma verið í fleiri vikur. Millum 15 og 20 tangaskip fara hvørt kvøld gjøgnum sundið eftir eini sunnaru leið fram við strondini í Oman, upplýsir Axios.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



