(tilvildarlig mynd)
(tilvildarlig mynd)
Føroya Kærustovnur hevur staðfest eina avgerð hjá Almannaverkinum um at sýta einum sjómanni sjúkradagpening fyri tíðarskeiðið 15. juni til 31. august 2025.
Maðurin hevði fingið ein arbeiðsskaða umborð á skipinum, har hann var í føstum starvi. Føroya Vanlukkutryggingarráð hevði ásett honum 25 prosent í meinstigi, og kommunulæknin hevði sjúkraskrivað hann í umrødda tíðarskeiðnum.
Almannaverkið sýtti umsóknini við teirri grundgeving, at maðurin hevði biðið um frítúr og ikki var mynstraður, tá hann gjørdist sjúkur.
Advokaturin hjá manninum viðurkendi, at hann hevði brúkt orðið »frítúr« ella líknandi í samrøðuni við skiparan. Men sambært advokatinum meinti maðurin, at hann skuldi vera heima vegna sjúku, eins og undanfarin ár.
Kærustovnurin slær fast, at mynstring ikki er eitt krav fyri at fáa sjúkradagpening. Lógin fevnir eisini um sjómenn, sum ætlandi skuldu havt hýru.
Kortini fekk maðurin ikki viðhald. Sambært upplýsingunum frá arbeiðsgevaranum hevði hann biðið um frítúr og skuldi tí ikki við skipinum 15. juni. Tí kundi ikki staðfestast, at inntøkumissurin stavaði frá sjúku.
Avgerðin hjá Kærustovninum er frá 6. juli 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



