Forsetin í Paraguay, Santiago Peña, boðaði í dag frá, at hann leggur frá sær, eftir at talgildi bankin Ueno er farin av knóranum. Milliónir av viðskiftafólkum sleppa ikki fram at uppsparing síni, og stór mótmæli hava verið, skrivar AP.
Tjóðbankin tók týsdagin ræðið á Ueno, eftir at kanningar avdúkaðu álvarsligt óreglusemi. Bankin hevði millum annað latið fyritøkum við tilknýti til eigararnar stór lán uttan nøktandi trygd.
Ueno hevði eisini umleið 800 milliónir dollarar í almennum innlánum, millum annað pensjónspengar. Santiago Peña átti sjálvur fram til í fjør í einum felagi við tilknýti til bankan.
Ákæra er reist móti 27 bankafólkum og samstarvsfeløgum. Seks leiðarar eru varðhaldsfongslaðir.
Ein almenn trygdarskipan skal endurrinda upp til umleið 36.000 dollarar fyri hvørt viðskiftafólk. Sambært tjóðbankanum røkkur tað til alla uppsparingina hjá 97 prosentum av kundunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



