Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein
Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Í hesum døgum verður HM Masters í olympiskari vektlyfting hildið í Athen. Kappingin byrjaði 17. septembur og heldur fram til 26. septembur.

Føroyar hava eitt umboð við til kappingina, tað er Barba Jansdóttir sum luttekur í sínum aðru HM kapping higartil.

Fríggjadagin er Barba aftur á heimsmeistarapallinum, tá hon skal kappast í -61 kg vektflokkinum í K35.

Í fjør luttók Barba í HM í Las Vegas, har hon stóð seg væl og gjørdist nummar 7 í heiminum í sínum aldurs- og vektbólki. Hon endaði tá við 63 kg í trekk, 83 kg í stoyt og sostatt 146 kg í tveykampinum.

Í ár er bólkurin stórur. Heili 32 kvinnur eru við í -61 kg vektflokkinum í K35, sum er mastersbólkurin fyri kvinnur, ið fylla millum 35 og 39 ár í ár.

Barba er tilmeldað við 150 kg í tveykampi, sum er 10. hægsta tilmelding av teimum 32 lyftarunum. Tí verður væntað, at hon kemur at lyfta í A-bólkinum, ella í B-bólkinum sum ein av teimun sterkastu har.

Vónirnar eru um eina top-10 plasering í ár og harvið enn eitt gott føroyskt úrslit á heimsmeistarastigi.

Barba lyftir fríggjadagin 25. september kl. 07:00 føroyska tíð.

Kappingin verður stroymd beinleiðis á YouTube, so til ber at fylgja Barbu heimanífrá.

Livestream: https://www.youtube.com/@hellenicmastersweightlifting/streams

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #