Eitt heldur óvanligt mál kemur fyri í Eystara Landsrætti í dag.
Talan er um málið hjá Beini Joensen, sum ikki vil góðtaka ein dóm frá Føroya Rætti uppá 10 dagbøtur á 500 kr. Dómin fekk hann fyri at bróta grein 266b í revsilógini, tí hann skrivaði niðrandi um samkynd.
Hann hevur fingið undantaksloyvi at sleppa í hægri rætt við einum so lítlum dómi. Tá tað hendir er tað vanliga tí, Processbevillingsnævnet metir málið at vera av prinsipiellum slagi.
Grein 266b ger tað revsivert at hótta, spotta ella eyðmýkja onnur orsaka av eitt nú kynsligum samleika. Revsingin kann vera upp til tvey ára fongsulsrevsing.
Beinir Joensen sigur, at hann gjørdi onki revsivert men brúkti bara sítt talufrælsi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



