Kæri himmalski faðir! Tú, sum ert faðir vár og býrt í himlinum. Heilagt er navn títt, komið ríki títt! Takk, at tú gavst mær gætur og nevndi meg við navni. Amen.
“Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” (Jóhannes 1,14).
Hin kristna trúgvin trýr á ein persónligan Guð, sum er trýeindur og opinberar seg sum faðir, sonur og heilagur andi.
Áhugaverdur er spurningurin, um mín bíbliulestur førir til nýtt lív, ella um eg fremst av øllum vinni mær gudfrøðiligan kunnleika? Loyvi eg Guðs orði at tala til mín, ella haldi eg eina frástøðu av ótta fyri at verða raktur og vaktur?
Gagnligur og rannsakandi er spurningurin: Hví lesi eg Guðs orð, og hvat er endamálið? Hvussu kann eg umseta ella tulka Bíbliuna í orðum og verki, so Guðs orð fær kropp og sál?
Bíblian kann verða lisin sum skaldskapur, men hon kann sanniliga eisini ávirka, mynda og avmynda lívið.
Við skiftandi millumbilum heitir heimskirkjan á tey trúgvandi um at lesa Bíbliuna skipað og miðvíst. Hvør kirkja og samkoma fær til vega og vísir til kunnandi tilfar, ið kunnar um og varpar ljós inn yvir bíbilska tekstin.
Men eisini í eini góðari søk er neyðugt at síggja klárt. Tað kann henda, at vit, ið javnan lesa Bíbliuna, uppbyggja eina sjálvverju, so boðskapurin hevur torført við at náa inn í hjartað.
Sum skrivað stendur: “Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.”
Tó, ein ávísur vandi lúrir í øllum góðum verki. Vit kunnu nýta so nógva orku til málsligar smálutir, at vit loksins missa heildarmyndina burtur. Sum tikið verður til í orðafelli, at vit síggja ikki skógina fyri trøunum.
Um vit einvíst fyrihalda vit okkum vísindaliga til Bíbliuna, so er longu løgd ein frástøða til boðskapin. Eisini kunnu vit burturav halla til eina ávísa trúaráskoðan, so vit einans hoyra tað, vit sjálv leita eftir.
Skal Guðs orð bera ta frukt, ið sprettur úr sjálvum boðskapinum um Jesus, so er neyðugt, at vit tora at møta orðinum uttan áður ásetta forskrift.
Ein virðiligur háttur at lesa Bíbliuna er at geva orðinum gætur og vera opin. Uttan treytir andlit til andlits at møta tí livandi persóni, ið er sjálvt orðið. Búgvin at fylgja Guði, tá kallandi rødd hansara ljóðar.
At lesa í skriftini er at møta lívsins Guði í Jesusi Kristi.
Amen.
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



