Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Vinna

Eitt av kendastu ferðavinnufeløgunum í Íslandi, Blue Lagoon, fer nú á íslendska virðisbrævamarknaðin.

Tað skrivar Iceland Review.

Týsdagin 10. november byrjar sølan av 150 milliónum partabrøvum. Tekningartíðarskeiðið endar 13. november, og ætlanin er, at partabrøvini skulu verða skrásett á Nasdaq Iceland 20. november.

Smærri íleggjarar kunnu tekna partabrøv fyri í minsta lagi 100.000 íslendskar krónur. Prísurin verður 95 krónur fyri partabrævið.

Felagið rekur ikki bara Bláa Lónið, men eisini hotell og aðrar baðstovur og vælverutænastur. Harumframt er felagið í ferð við at keypa Arctic Adventures, sum er ein av størstu fyritøkunum innan upplivingarferðavinnu í Íslandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #