Í telefonsamrøðu millum serliga sendiharran hjá Trump, Steve Witkoff, og Kreml í farna mánaði, skal Witkoff hava greitt frá, hvat hann helt skuldi til fyri at fáa frið millum Russland og Ukraina.
Tað var Yuri Ushako, ovasti uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Vladimir Putin, sum var í hinum endanum.
- Millum okkum sagt, so veit eg, hvat skal til fyri at fáa eina friðaravtalu í lag: Donetsk og kanska eitt landskifti onkustaðni, sígur Witkoff við Ushako í fimm minuttir langari samrøðu, sambært uppritinum hjá Bloomberg, sum The Guardian endurgevur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



