Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik" eftir Carl Jóhan Jensen er føroyska innstillingin til norðurlendsku bókmentavirðislønina 2016

Í 2012 fekk Sissal Kampmann debutantheiðursløn Klaus Rifbjergs fyri hennara fyrsta savn Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini

So var hon her, frágreiðingin “Haruveiðan í Føroyum 2015”. Frágreiðingin er 44 blaðsíður

Ummælari: Hetta er sum at lesa ein kátan Pól F. Tað er forlagið Rotin, sum gevur út

J.H.O. Djurhuus (1881-1948) er uttan iva tað skald, sum hevur havt størstan týdning fyri føroyskar bókmentir yvirhøvur

Tann heimskendi rithøvundurin doyði í gjárkvøldið. Hann gjørdist 84 ára gamal

Mentanargrunnurin hevur nú avgjørt hvør skal fáa stuðul í 2016. Tilsamans 33 fólk hava fingið starvsløn, og bert ein starvsløn er latin í 3 ár, og hana fekk Eivør Pálsdóttir

Av og á hendir tað, at stórir høvundar uttan úr heimi vitja okkum. Sjaldan so øgiliga langt uttan úr heimi, men kortini fólk, sum eru víða gitin fyri síni avrik

Tað eru longu gingin 9 ár síðani seinasta bókin í Harry Potter-røðini kom út. Men nú kunnu milliónir gleða seg sambært tíðindunum í dag - í summar kemur ein nýggj bók

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er undirvísingartilfar til lærugreinina franskt givið út á føroyskum máli. Talan er um eina sBók, sum fransklærararnir, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, hava týtt úr donskum og tillagað til føroyskt

Føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at hava útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annaðhvørt ár vísir seg at bera sæl til

Minni enn helvtin av íbúgvunum í bretska høvuðsstaðnum eru hvítir bretar, brotsmenn úr Somalia terrorisera forstaðirnar og sjálvt landastrokini eru tilflytarar, avdúkar ein nýggj skelkandi bók

Í Mariehamn í Álandi er forvitnislig bók komin út um sjálvstýrisrørslur í Norðurlondum. Bókin er vígd minninum um Kára á Rógvu, doktara og professara á Fróðskaparsetrinum, sum doyði fyri knøppum ári síðani

Bókin kom í sølubúðirnar fyrst í desember 2015, men longu áðrenn jól var hon útseld. 1.000 bøkur vóru prentaðar. Nú er eitt lítið upplag prentað afturat

Ársins fyrsta útgáva av blaðnum “Trúboðin” er komin í sølubúðirnar og til haldararnar, og skjótt sæst, at blaðið hevur fingið nýtt snið

Bókin er eitt savn av javnlíkamettum vísindaligum greinum, ið allar byggja á nýggja jarð- og jarðalisfrøðiliga vitan frá tí føroyska økinum og vórðu framlagdar á seinastu FIEC ráðstevnuni

Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, komandi fríggjakvøld tann 15. januar, kl. 18.00 í Norðurlandahúsinum

Fyri fyrstu ferð í 70 ár fáa týskarar møguleikan at keypa Mein Kampf í bókhandlunum

- Tað eru 51 ár síðani, at ein sjáldsamur norðoyingur trein fram úr fjøldini og debuteraði við einum yrkingarsavni, sum tíðum verður havt á lofti, eisini í okkara tíð

Nýggjasti Vencilin er so fullur av tramanskapi og øðrum vandamiklum tilfari, at ritstjórarnir, fyri fyrstu ferð síðan Vencil Nr. 4 kom út í 2008, hava kent seg noyddar at ávara longu á permuni: hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur!

- Sterk virði. Romantikkur. Særdar kenslur. Felagsskapur. Beiskleiki. Men alla tíðina nýggjar yrkingar og nýggj tiltøk. Listarverkið hjá Steintóri Rasmussen er litríkt og hugtakandi

Alskkveikjandi stuttsøgur eru so vælumóktar sum ongantíð fyrr, og netmiðilin Q hevur 10 av teimum sum kunnu lesast ókeypis!

Bókin „Hvør ber sína byrðu“ við 30 løttum stuttsøgum eftir Birnu Breckmann er júst útkomin og fæst í bókabúðunum kring landið hesa vikuna

Hesa ferð eru fimm greinir. Telefonir eru ein stór avbjóðing á miðnámsskúlunum. Heðin Lamhauge hevur skrivað eina grein um telefon(mis)nýtslu á miðnámi

- Tað er ein av okkara kringastu pennum, sum hevur givið okkum eina bók um síni unglingaár sum luttakari í mótstøðurørsluni í Klaksvík í fimmtiárunum

Nýtt søgusavn frá einum av Føroya lættastu og smidligastu pennum

Hósdagin tann 10. desember frá klokkan 17 til 18 signerar biskupur Jógvan Fríðriksson nýggju bókina, Fevnandi er frelsari mín, í Rit & Rák

- Tinghúsvegur 55 var ambassadan hjá okkum í metropolinum

Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn í dag frá kl. 15.30 til 17.00. Har verður tónleikur, sangur, røður og gott til góman

Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagn 4. december

21. november 1955, umleið klokkan 11 á kvøldi, framdu klakksvíkingar bragdligastu atsóknina ímóti hersetingarvaldinum

Nú kemur so sekstanda leikritið, ”PÁLL FANGI”, sum Louis Zachariasen av Kirkju skrivaði miðskeiðis í 1920-unum

Føroyavinurin Gianfranco Contri hevur umsett barnabókina hjá Sigurði Joensen til italskt

Í sambandi við at bókin “Kom við til Spæliland” verður útgivin, verður almenn móttøka leygardagin 28/11 kl. 12-14 á Bókasavninum við Løkin og í Tórshavn

Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar og meting í undirvísing og læring

Í nýggjari fotobók lýsir Ingi Joensen løtumyndir úr tveimum sera ymiskum bygdum – Mikladali á Kalsoynni og Kulusuk í Eysturgørnlandi

"Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga”, yrkir Karsten Hoydal. Hetta kunnu øll sanna, sum blaða í nýggju bókini eftir Finleif Mortensen, ið kemur út týsdagin

Bókhandlarafelag Føroya skrivaði í oktober 2014 út eina kapping um at skriva eina samtíðarskaldsøgu. Sjey handrit komu inn, og dómsnevndin valdi handritið Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs sum vinnara

Nógv hava hoyrt um vanlagnuna hjá Lear kongi, sum rann sum eitt neyðardýr á tí villini heiðuni, og varð jakstraður í hel av døtrum sínum

Gonguverk samfelagsins er heimspekilig hugleiðing um tíð og samfelag, ið viðger fatan okkara av tíð sum nakað, ið altíð hevur serligt tilknýti til mentan, ideologi og tøkni

Tað eru tíggju ár síðani, at Alexandur Kristiansen læt sítt seinasta yrkingasavn út. Nú er hann aftur á pallinum sterkari enn nakrantíð

Í dag kemur út bókin ”Havnarmaður og gøtuskuri” eftir Jógvan Arge. Hon er ein krýnika um barna- og ungdómsárini, sum er skrivað á leikandi løttum máli

Desemburmorgun er eitt serligt yrkingasavn og eitt “bókaobjekt”, har sjálv bókin er partur av “verkinum”

Mentanarritið Varðin hevur fingið nýggjan ritstjóra. Tað er 44 ára gamla Dorit Hansen, sum nú skal ritstjórna 94 ára gamla tíðarritinum

Næsta bókin um stállínuskipini er nú komin. Í bókini eru frásagnir frá øllum teimum línuskipunum sum komu í 1961, umframt frá virkseminum hjá teimum sum vóru komin frammanundan

578 blaðsíður um seyð á sama máli um somu tíð. Tað vísur, hvussu ídnir, fyri ikki at siga nørdasligir, føroyingar eru uppá tann góða mátan, og samstundis hava hjúklað um góða smakkin í kjøti

Monika Stauss Joensen hevur skrivað tekstin til bókina og útvegað tilfar til myndirnar. Kristfríð Tyril hevur tikið allar myndirnar, sett bókina upp og gjört hana prentklára

Í dag var samkoma í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð í Havn í sambandi við at nýggj, sera áhugaverd bók var útgivin

- Við hesum verður kunngjørt, at til ber at søkja um stuðul frá Tórshavnar kommunu til arbeiði við barnabókmentum