Lítið batar at breiða reint lak á skitna song
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í sambandi við at bókin 'Beinta' skjótt verður tøk í bókahandlunum vera framløgur av bókini í byrjanini av mai, har greitt verður frá veruligum hendingum í hennara lívið, sum eru funnar í søguligum skjølum

Journalisturin Omri Galperin, sum búði í Føroyum í tvey ár, hevur skrivað bók, har plottið er í Føroyum. Tittulin á bókini er 'The Island at the Edge of the Ocean'

Pólska Sabina, sum býr í Søldarfirði og tekur ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, er einasta kvinna, ið hevur verið uppi á Risanum undir Eiðiskolli

Harry Potter-bøkurnar gjørdust ein risa suksess hjá 50 ára gomlu Rowling og eru tær sjey bøkurnar seldar í 500 milliónum eintøkum og útkomnar á 80 málum og eru filmatiseraðar

Fróðskapur hevur givið bókina Hin føroyski róðrarbáturin eftir Andras Mortensen út av nýggjum. Bókin kom út fyrstu ferð í 2000 og hevur í mong ár verið útseld. Hon er endurprentað, tí mong hava spurt eftir henni

Dómsnevndin fer nú at meta um allar søgurnar, og vinnararnir verða kunngjørdir á stóra tiltakinum í Bylgjuni í Runavík 1. mai

Nú er Felagið Varðin komið meir enn hálva leið við útgávuni av avritum av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum, tí Norðstreymoyar kirkjubók er tann fimta

Á kyndilsmessu í ár vóru 60 ár liðin, síðan Victor Danielsen andaðist. Og í hesum sambandi verður nú ein lítil bók, sum ber heitið “Frelsari mín”, borin í hvørt hús í Føroyum

Nám (ritstjórn S. Sólsker) gevur í hesum døgum út bókina “Føroysk mállæra 3. Ljóðlæra” eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Í sambandi við móðurmálsdagin fáa øll føroysk børn undir skúlaaldur eina bók í gávu. Bókagávan er eitt samstarv millum Føroyar lesa og BankNordik

Marjun Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021

Í sambandi við móðurmálsdagin, sum verður hósdagin 25. mars, hevur Føroyar lesa gjørt eina lesivanakanning, sum avdúkar, at flestu føroyingar lesa í songini, og sum oftast lesur hann 30 minuttir í eini krimi, skrivar Skúlablaðið

- Fyrigeving er ein megintáttur í andaliga infrastrukturi okkara, og eg takki Elini av hjarta fyri, at hon so skjótt fyrigav mær misbrot mítt hendan kongliga leygardagin fyri hálvum triðja ári síðan

Nauja Lynge hevur skrivað skaldsøguna ”Opgangen”, sum er um tvær kvinnur - grønlendsk og føroysk – sum enda í einum drama, tá ið ein ungur grønlendingur doyr

19. mars klokkan 13 fer Paula Gaard at verja sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007

Seinnu árini eru alsamt fleiri farin at ganga í fjøllunum. Økta gongdin hevur havt við sær, at ávís støð eru slitin. Visit Faroe Islands hevur júst latið úr hondum eina føroyska handbók um at leggja hagagøtur, ið er ókeypis

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger

- Bókin Talgilda framtíðin rópar varskó, tí høvundurin meinar, at vit ikki hava tamarhald á, hvussu tøknin verður brúkt í undirvísingini. Leiðslustílurin tykist vera at lata standa til

- Tær fyrstu bøkurnar hjá Bókadeildini í 2021: Gigga etur breyðflís, Eg geri joga, Alva og Lias, Ein beiggi ov nógv, Træhúsið í 91 hæddum og Men hvat hendi við tær?

Millum greinarnar er lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum, sum Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað

Foreldur eru altíð fyrstu uppalarar hjá børnum og ungum. Tey eru tey, sum hava verið altíð hjá børnunum, og tey eru tey sum hava foreldramyndugleikan til børnini og tey ungu eru 18 ár

Svenski rithøvundin og leikskaldið Lars Norén er deyður - 76 ár

Bókadeildin gevur út aftur kvæðasavnið Vinmenn í nýggjum og dagførdum sniði

Búnaðargrunnurin hevur givið út 3. útgávu av bókini Hagar og Seyðamark eftir Kára Thorsteinsson

Tað sigur Jens Hákun Leo, sum hevur skrivað bókina "Alt ger mun - eitt stutt brot úr Hvalbiarsøgu"

Bókin Finn teg í organisatiónini kom út í Føroyum í 2016. Bókin kom í trimum uppløgum. Í dag kemur hon út á stóra danska forlagnum innan fakbøkur, Hans Reitzel Forlag

Vejlehøvundin Tommy Thorsteinsson gevur tann 11. januar út bókina Falkabrá, sum er síðsta bókin í hansara trilogi

- Hóast 2019 var eitt óvanliga gott bókaár, so var vøksturin av bókasøluni sløk 10% í 2020

Skapanarverkið er ein føroyskt upprunamyndabók til smærri børn. Tað er Marta A. Dalsgaard, sum bæði hevur gjørt bæði myndir og tekst

Árbókin um føroyskan fótbólt tekur saman um øðrvísi fótbóltsár, har føroyingar stóðu seg óvanliga væl í altjóða kappingum

Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt

Hvalbingar og sandvíkingar fáa bygdasøgu til høldar undan jólum

Í hesum døgum er komin út bókin Ommudidd og onnur merkisfólk á Trøllanesi. Tað er Malan Jóhanna Østerø í Klaksvík, ættað av Trøllanesi, sum hevur skrivað bókina

Heimskendi bretski njósnarahøvundin John le Carré er deyður, 89 ára gamal

Tekstarøðin hjá Høgna Mohr í Dimmalætting í vetur er komin út í bók

Listabólkurin í Sunda kommunu gevur nú út bók um listina Skúla við Streymin

Í annaðkvøld, hóskvøldið 10. desember, kl. 19 verður forvitnislig bókaframløga í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Paulina Eliasen, handarbeiðslærari av Syðradali í Kalsoynni, at leggja fram og greiða frá bókini "Kirkjuklæði", sum kemur út sama dag

Til ber nú hjá rættindahavarum at søkja um lut í nýtslugjaldinum fyri verk brúkt á kommunalum stovnum í 2019. Talan er um verk brúkt á eitt nú fólkaskúlum, tónlistaskúlum, kvøldskúlum og barnagørðum

Bókadeildin er í jólahýri og gevur við hesum seinasta bókaumfari í 2020 fimm boð upp á bókajólagávur

Bókin greiðir frá øllum staklutum í nýggju umvælingini, frá hátíðarløtum í kirkjuni, frá teimum mongu, ið hava tænt kirkjuni væl og eyðvitað við fullfíggjaðum yvirliti yvir jarðarferðir

Leygardagin 28. november kom út bóklingur við 48 løgum eftir Leiv Guttesen

Fróðskapur hevur givið út bókina Royndin. Ein kjakbók um søgu og søguskriving eftir Hans Andrias Sølvará

Fróðskapur hevur givið út bókina Fjallanøvn í Føroyum eftir Eivind Weyhe. Bókin er 190 blaðsíður, við fleiri myndum. Flestu myndirnar hevur Pól Sundskarð tikið

Ein bók um fyrrverandi innlendisráðharran Matteo Salvini toppar á sølulistanum á Amazon, sjálvt um hon bert hevur blankar síður

- Avtalan tryggjar føroyskum útisetabørnum í Danmark atgongd til føroyskar bøkur uttan at gjalda fyri flutningin

Meinhard Jensen, sum stóð fyri tekstunum í 2013, er eisini við í hópinum í ár, eins og Petur Pólson

Nýggja bíbliulesiætlanin er nú komin. Hon byrjar í dag og heldur fram til 27. novembur 2021

Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og minni gott. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á, ella geva greitt til kennar í teirra aldri

- Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og minni gott. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á, ella geva greitt til kennar í teirra aldri

Í hesum døgum er nýggj bók komin í bókabúðirnar. Bókin ber heitið Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimi