Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum
Evni: Feriustongd tilboð til børn og vaksin við breki
Spurningar
1. Hvørji dag-, frítíðar- og virkistilboð undir Almannaverkinum til børn, ung og vaksin við breki hava verið stongd vegna summarfrí í 2026, og hvussu leingi er hvørt einstakt tilboð stongt?
2. Hvussu nógv børn, ung og vaksin verða ávirkað, tá tilboðini eru stongd, og hvørji avloysandi tilboð ella møguleikar fyri øktari umlætting sambært § 41 í almannalógini standa teimum og avvarðandi teirra í boði, meðan vanliga tilboðið er stongt?
3. Hvørji tilboð hava verið og eru tøk hjá børnum í skúlaaldri, sum vegna brek hava tørv á stuðli og eftirliti, tær 7 vikurnar og 5 dagarnar, sum fólkaskúlarnir hava havt summarfrí í 2026, og eru tilboðini tøk so nógvar tímar um dagin, at foreldrini kunnu røkja sítt arbeiði?
4. Hvussu metir landsstýriskvinnan, at summarstongdu tilboðini samsvara við skyldurnar hjá Almannaverkinum sambært §§ 39 og 40 í almannalógini? Hvussu verður tryggjað, at børn við breki fáa eitt nøktandi dag- ella frítíðartilboð í summarfrítíðini, og at vaksin við breki fáa eitt nøktandi virkistilboð ella avloysaratilboð, tá vanliga virkistilboðið er stongt?
5. Verður ein ítøkilig sosialfaklig meting gjørd av tørvinum hjá tí einstaka barninum ella vaksna, áðrenn eitt dag-, frítíðar- ella virkistilboð verður skert ella stongt um summarið? Um ja, hvussu verður tørvurin hjá borgaranum og familjuni tryggjaður í tíðarskeiðinum?
6. Hevur landsstýriskvinnan kannað, hvørjar avleiðingar summarstongdu tilboðini hava fyri fólk við breki og familjur teirra, eitt nú fyri trivnaðin hjá borgaranum, arbeiðsmøguleikarnar og heilsuna hjá foreldrunum, trivnaðin hjá systkjum, møguleikan hjá familjuni at ferðast og vandan fyri, at søkt verður um pláss á vardum bústaði fyrr, enn familjan ynskir tað?
7. Ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at børn og vaksin við breki, sum hava umfatandi stuðulstørv, fáa eitt nøktandi tilboð alt árið ella eitt hóskandi avloysaratilboð, tá vanliga tilboðið er stongt? Um ja, nær og hvussu verður hetta sett í verk?
Viðmerkingar
Stuðulstørvurin hjá fólki við breki hvørvur ikki, tá dag-, frítíðar- og virkistilboð lata aftur. Fyrispurningurin snýr seg serliga um summarstongd tilboð til fólk við breki, men sami trupulleiki ger seg eisini galdandi í øðrum ferium. Ábyrgdin fyri stuðli, umsorgan og eftirliti verður í stóran mun flutt heim til foreldur og onnur avvarðandi. Hetta kann seta familjurnar undir stórt trýst og samstundis avmarka møguleikan hjá tí einstaka at hava ein tryggan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag.
Sambært yvirlitinum hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum høvdu fólkaskúlarnir í ár summarfrí frá fríggjadegnum 19. juni til og við týsdagin 11. august. Tað eru 7 vikur og 5 dagar – sostatt næstan 8 vikur.
Avleiðingar fyri børn og familjur
Børn við breki fáa frí frá skúlanum eins og øll onnur børn. Men nógv teirra hava ikki somu møguleikar sum onnur børn at vera einsamøll heima, fara á legu, ferðast til ommur og abbar ella vitja systkinabørn. Tey hava tørv á støðugum stuðli, hjálp og eftirliti.
At ferðast kann eisini vera munandi truplari hjá hesum familjum. Ein ferð kann krevja serligan flutning, hóskandi bústað, hjálpartól, fylgjara og neyva fyrireiking. Í summum førum má annað foreldrið verða heima við barninum, meðan hitt ferðast við systkjunum. Hetta avmarkar ikki bara barnið við breki, men alla familjuna og reisir samstundis spurningin um, hvussu rættindini til familjulív og frítíðarvirksemi á jøvnum føti við onnur verða tryggjað sambært grein 23 og 30 í Breksáttmálanum.
Foreldur kunnu ikki taka summarfrí allar tær vikurnar, sum skúlin er stongdur. Tí eru umlætting og hóskandi frítíðartilboð alneyðug, um foreldrini skulu kunna røkja sítt arbeiði, og familjan skal fáa gerandisdagin at hanga saman.
Feriustongd virkistilboð hjá vaksnum
Spyrjarin hevur fingið upplýst, at virkistilboð til vaksin við breki hava summarstongt í tríggjar vikur. Tá virkistilboðið letur aftur, missir borgarin ikki bara sítt dagliga tilboð, men eisini tann fasta bygnaðin, felagsskapin og tað innihald, sum virkistilboðið gevur gerandisdegnum.
Samstundis verður ábyrgdin fyri stuðli og umsorgan flutt heim til foreldrini ella onnur avvarðandi.
Nógv vaksin við breki kunnu ikki vera einsamøll og hava tørv á umfatandi stuðli og umsorgan stóran part av samdøgrinum.
Avleiðingar fyri foreldrini
Vit mugu eisini minnast til, at tá sonurin ella dóttirin er vorðin vaksin, eru foreldrini vorðin eldri. Sonurin ella dóttirin kann vera 30, 40 ella 50 ár, meðan foreldrini eru komin upp í 60-, 70- ella 80árini.
At standa einsamøll við ábyrgdini alt samdøgrið í fleiri vikur kann vera bæði likamliga og sálarliga tyngjandi. Foreldrini fáa lítla ella onga hvíld og avmarkaðan møguleika at røkja egnan tørv.
Frítíðirnar, sum skuldi verið ein tíð við hvíld og góðum upplivingum, kunnu tí gerast mest krevjandi tíðarskeið á árinum.
Avleiðingar fyri fólk í fyribils bústaði
Afturlating í ferium kann eisini hava avleiðingar fyri fólk, sum búgva í fyribils bústaði sambært § 45 í Almannalógini og vanliga nýta dag- og virkistilboð. Tá hesi tilboð eru stongd, økist tørvurin á umsorgan, hjáveru og fylgjaratænastu á bústaðnum. Verður starvsfólkamanningin ikki lagað til økta tørvin, kann avleiðingin vera, at búfólkini í minni mun fáa møguleika at koma út og luttaka í sosialum virksemi.
Lógargrundarlagið
Sambært § 3 í løgtingslógini um almannatrygd og tænastur (Almannalógini) skal hjálpin veitast soleiðis, at persónurin í størst møguligan mun megnar at liva eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív, sum til ber. Avgerðin um, hvussu hjálpin verður veitt, tekur sambært lógini støði í tørvi og ynski hjá tí einstaka, eini sosialfakligari meting og fíggjarliga rásarúminum hjá myndugleikanum.
Sambært § 39 verður pláss á dagstovni ella frítíðarheimi veitt børnum við breki, sum eru fevnd av ásetingini. Sambært § 40 verður virknistænasta veitt fólki við likamligum ella sálarligum breki við tí endamáli at tryggja teimum ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag, so tey kunnu varðveita og menna sínar persónligu og sosialu førleikar.
§ 41 ásetur harumframt, at umlætting verður veitt tí, sum hevur dagligu umsorganina av einum persóni við týðandi likamligum ella sálarligum breki. Umlættingin skal veitast eftir tørvi og í samráð við tann, sum skal hava hana.
Niðurstøða
Neyðugt at fáa greiðu á, hvussu feriustongdu tilboðini samsvara við tørvin hjá tí einstaka og endamálið við sosialu tænastunum, og um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja nøktandi tilboð alt árið.
Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum hvørja feriu og leggur eitt ómenniskjaligt trýst á foreldur at børnum og vaksnum við breki.
Á Løgtingi, 28. september 2026
Sámal Petur í Grund
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



