Ert tú stjóri ella leiðari, og følir tú teg við hvørt uppá herrens mark?
Tí tað eru so nógv løgfrøðilig viðurskifti í sambandi við starvsfólkini, sum tú ivast í?
Kom við til hesa populeru og ikki minst viðkomandi útbúgvingina, har tú fært skil uppá allar møguligar reglur, sum tú kanska dagliga ivast í, tá tað kemur til starvsfólkaøkið.
Útbúgvingin er viðkomandi hjá bæði privatum og almennum stjórum og leiðarum.
3 dagar, 3 modul, so er vitanin og próvið í hús
Uppá bara 3 dagar (3 modul) fært tú bæði eitt gott yvirlit og eitt HR-løgfrøði prógv!
Modul 1 | 07. oktober 2026 | 09.00 – 16.00
-
Samansetingin av arbeiðsmarknaðinum
-
Starvssetanarsáttmálar
-
Setanartreytir
-
Setanarsamrøðan
-
Lønarspurningar
-
Eftirlønarviðurskifti v.m.
Modul 2 | 21. oktober 2026 | 09.00 – 16.00
-
Frítíðarlógin
-
Kappingaravmarkingar
-
Tagnarskylda
-
Immateriel rættindi v.m.
Modul 3 | 04. november 2026 | 09.00 – 16.00
-
Arbeiðsumhvørvi
-
Sjúkrafrávera
-
Barnsburður
-
Mismunur
-
Uppsøgn av starvsfólki
-
Arbeiðsumhvørvislóggávan
-
Sjúka v.m.
Livandi undirvísing við dømum úr Føroya rætti
Við Sigmundi Poulsen sum undirvísara, verður undirvísingin ongantíð keðilig. Altíð verulig dømi úr Føroya rætti, so tú veruliga kanst fyrihalda teg til tað, tú lærir.
Tú fært eisini høvi at spyrja inn til konkret dømi.
Hvat siga luttakararnir?
"Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og at Sigmund tosar "uden omsvøb". Tað er greitt, tað hann kemur við, og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt".
Ulla Joensen, Elektron
"Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi, enn eg hevði roknað við".
Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik
"Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku."
Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



