

Eg ætlaði at byrja við at hugsa um, hví vit eru samlað her í dag.
Tað eru kanska ikki öll sum vita, hví vit eru her; hví hetta evnið er nakað vit leggja so nógv í; og tað er heldur ikki sikkurt, at öll her í dag eru samd við okkum. Og tað er heilt sikkurt, at öll ikki eru samd við mær persónliga, í öllum sum eg haldi.
MEN, vit hava eitt samfelag, sum er grundað á ávís hugskot og virði. Tá ið talan er um slík “samfelagsvirði”, er talan um nakað, ið meir ella minni öll einaferð vóru samd um. Men, tað sum kann henda í einum samfelag er, at hetta ikki verður borið víðari til næsta ættarliðið. Tí mugu vit varðveita góð hugskot og tosa við næsta ættarlið um tey.
So er spurningurin:
Hvat er tað vit royna at minnast í dag?
Okkara samfelag er bygt á kristnu menniskjaáskoðanina, sum er, at öll menniskju hava sama treytaleysa virði. Virði okkara kemur frá tí, at vit eru menniskju, skapt í bílæti Guds. Vit mugu ikki seta aðrar treytir. Tíverri eru nógv dömi í heiminum um, at virði okkara og rættindi okkara vera avmarkað av t.d. húðarliti, kyni, átrúnaði, politiskum áskoðanum, familju. Meir “moderna” dömi eru at hugsa um kognitivar förleikar ella onnur brek ella umstöður, ið avmarka, hvussu nógv tú fert at gjalda inn í landskassan í mun til, hvat ið tú fert at fáa út.
Um vit seta upp slíkar virðisskalar ávirkar tað okkum öll. Nú skulu eg og tú knappliga prógva, at vit hava virði; at vit hava rætt til rættindi. Um vit hugsa um dömi sum kognitivar förleikar ella brek, eru vit öll ein óhepnan vanlukkutilburð frá at enda á niðara enda á skalanum. Og so er spurningurin, hvör ger av, á hvörjum stigi á skalanum rætturin til lív verður tillutaður.
Eg haldi, at vit mugu geva öllum menniskjum sama grundvirði og verju frá lötuni, ið tey eru til. Ikki frá föðing. Hvat broytist tá? Ikki tá nýggja menniskja fær ein ávísan förleika. Förleikar geva okkum ikki okkara menniskjavirði. Nei, frá gitnaði, tá eitt nýtt menniskja verður til, hevur tað sama virði sum vit onnur. Sama rætt til at liva.
Hetta er tað, ið vit ikki mugu gloyma!
Í Föroyum eru vit enn, sum heild, glað fyri og góð við börn. Í hvussu so er, um vit bara samanbera okkum við onnur lond í vesturheiminum. Men um eg skal vera heilt erlig, so haldi eg, at vit kunnu gera tað nokkso nógv betur.
Tað er ein stór lívsbroyting at blíva mamma. Serliga, um vit skulu lyfta sjálvar.
Eg havi útlendskan mann, og har sum hann er frá, hevur tú “rætt til” eitt ár av hjálp, um tú fært tvíburar. Tað merkir, at onkur annar ger reint og ger tær mat og hjálpir tær at koma fyri teg í eitt heilt ár. Tað er familja og grannalag, ið tekur sær av tí.
Eg havi fingið tvíburar í Föroyum. Og tá ið okkara fantastisku gentur komu, var stóribeiggin enn bara eitt ár. Tað var eitt öðrvísi upplivilsi, enn um vit hövdu verið í hansara heimlandi. Fyri tað mesta var eg sjálv við teimum. Tað var púra vanligt, at eg einki át meðan maðurin var til arbeiðis; og eg gav bróst, so eg var svang allatíðina. Mamma mín royndi sjálvandi at hjálpa sum hon kundi, men hon gekk í skúla og arbeiddi, so tað var avmarkað, hvat hon megnaði í mun til stóra törvin.
Eg sigi hetta ikki fyri at grenja ella fyri at tað skal vera synd í mær, men tí eg vil fortelja tykkum, hvussu nógv tað hevði broytt fyri meg — fyri mítt lív akkurát tá — um fólk tóku sær tíð at vitja meg og kanska at hjálpa mær. Um onkur vaskaði upp viðhvört; um onkur kom framvið við mati; um onkur vaskaði klæði fyri meg t.d. einaferð um vikuna. Eisini bara, um onkur kom at práta eitt sindur við meg. At drekka kaffi saman.
Kunnu vit onkursvegna læra okkum at hjálpa hvörjum öðrum aftur?
Tað er, sum sagt, ein stór broyting at fáa eitt barn, men man tað ikki vera lættari, um vit vita, at vit ikki standa so einsamöll í tí?
So ætli eg at nevna eitt afturat, ið eg haldi vit kunnu gera betur í Föroyum er, og tað er, hvussu vit tosa um börn.
Eg undrist javnan, um at fólk, ið eg veit eru fyri lívi, ið elska míni börn og onnur börn, siga ting so sum: “Tit ætla ikki at blíva við at fáa tykkum fleiri, ha?”, “Nú fáa tit tykkum ein stegð” ella um eina við fleiri töttum börnum: “Hon ger tað so strævið fyri seg sjálva”.
Hvussu halda vit at hetta ávirkar samfelagshugburðin til börn? Hvat fer onkur ungur og óroyndur at halda? Eg haldi tað hevur týdning, at vit, sum eru fyri lívi, tosa um börn sum gávur og vælsignilsi - í hvussu so er meir enn vit tosa um, at tað er strævið at uppdraga tey.
Hvussu reagera vit, tá ið onkur sigur, at tey eru við barn? Tora ung, ið óvæntað gerast við barn at siga tað við okkum? Torir mamman, ið longu hevur fleiri tött börn at siga tað við okkum? Eru tær bangnar fyri hvussu fólk fara at reagera?
Hvussu vit tosa og hvat vit gera í dagligdegnum, hevur meir at siga, enn vit kanska halda.
Eg vil enda í dag við at eggja tykkum enn einaferð til at tosa um og síggja börn sum gávur. Tey eru menniskju við sama virði sum tú eg. Vit sleppa at læna tey eina stutta tíð, at elska tey meir enn nakar annar - og tey elska sanniliga eisini okkum á serligan hátt.
Eg vil eisini eggja tykkum til at stuðla hvörjum öðrum. At hjálpa mammum og familjum, so at tað veruliga gerst lættari at fáa og uppdraga börn í Föroyum.
Tað er gott at síggja so nógv fólk her í dag. Tað er sanniliga eisini ein máti at fortelja samfelagnum, hvat vit halda.
Takk fyri.
Bjørk Tyril Sadembou
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo