

Sámal Sunnudag: Eg havi eina lítla standmynd við trimum apum standandi á køksborðinum. Hesa keypti eg sum tinganest í Katmandu í Nepal í fjør. Hetta er eitt av mínum yndis motivum. Upprunliga nevnist hetta motivið “San’en” (Tríggjar vísar apur), og eru eitt myndarligt maksim úr Japan, ið ber boðskapin “sí einki ilt, hoyr einki ilt, sig einki ilt”, tvs. eitt slag av lívsvísdómi úr buddhistiskari siðvenju. Tær tríggjar apurnar eita Kikazaru (hoyrir einki), Iwazaru (sigur einki) og Mizaru (sær einki).
Í Japan er boðskapurin at sleppa undan óndum tankum og gerðum, men í Vesturheiminum er boðskapurin nærum øvutur og nærum sum at venda blinda eygað til. Tær tríggjar apurnar symbolisera sostatt bæði, at man vil verja seg ímóti øllum illum, men samstundis, at man ikki vil síggja tað ónda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo