Í nýggju søguligu bókini „hetjur“ verða dramatiskar og rørandi frásagnir um føroyingar, sum við dirvi, medmenniskjaligari ábyrgd og stórum persónligum váða hjálptu jødum og mótstøðufólkum undan nazistisku atsóknunum undir seinna heimsbardaga, lýstar.
Bókaframløgurnar verða:
-
Leygardagin 28. november kl. 15.00 – í Kaffihúsinum á Bryggjubakka í Havn, á aðru hædd.
-
Sunnudagin 29. november kl. 16.00 – í býráðshúsinum í Norðragøtu.
Á bókaframløgunum greiðir høvundurin frá fleiri ára granskingararbeiði og nøkrum av teimum merkisverdu mannalagnunum, sum bókin varpar ljós á.
Tiltøkini eru ókeypis
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



