Í morgun gingu fólk í skrúðgongu av Eirargarði oman í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, nú Psykiatriski depilin flytur innleggingardeildina og ambulatoriið í nýggj høli.
Flytingin hevur verið í umbúnað í eina tíð, og nú tað glapp, nakað seinkað, varð avgjørt at halda dagin við maner.
Talan er í veruleikanum um ein søguligan dag. Statshospitalið lat upp á Eirargarði í 1969, men longu tá var hugsanin, at sambandið millum psykiatriina og Landssjúkrahúsið skuldi vera tætt. Nú, 57 ár seinni, fær tann hugsanin eitt sjónligt tekin. Frá í dag ganga sjúklingar inn um somu høvuðsdyr, annaðhvørt teir koma at fáa hjálp fyri sálarliga ella likamliga sjúku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



