Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Politikkur

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, er alt annað enn fegin um at tað skal vera umval í kommununi.

Umval skal vera, tí illgruni er sáddur um valsvik, og politiið hevur enntá ákært eitt fólk fyri tað sama. 

Tórbjørn Jacobsen spyr millum annað í opna brævinum, sum hann hevur stílað beinleiðs til løgmann, um ikki er lopið framav í málinum, sum bert byggir á ein illgruna.

- Tí spyrja vit Løgmálaráðið: Hvørja støðu hevur Ráðið til spurningin, um tað eftir landsstýrisins ásetta umvali gerst veruleiki, at viðkomandi undir illgruna verður frídømdur í Føroya Rætti? Er tá landsstýrisins ásetta umval ógildugt, tá tað tá heilt greitt er farið fram undir skeivum fyritreytum, - og hevur hetta so eisini tað við sær, - at gamla kommunustýrið, valt hin 12. november 2024, tekur við aftur valdinum, táið fyrra valið samsvarandi dómsvaldinum er lógligt og fullgildugt?

Og so verður eisini spurt, hvør skal bara útreiðslurnar, smáar 300.000 krónur.

Tórbjørn Jacobsen endara við at biðja um fund við løgmann skjótast gjørligt.

Les alt brævið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo